Vit tæna menniskjum.

Vit eru ein karismatisk frísamkoma, sum varð stovnað í 1990’unum av 17 fólkum. Vit halda til í Saltangará men tæna menniskjum úr øllum Føroyum.

Tíðindi og talur.

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les…

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi…

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell…

Hvat er Jesus fyri teg?

Poli Jacobsen talar um hvønn týdning Jesus hevur fyri okkum í dag. Hvønn leiklut hevur Jesus í okkara lívi og í …

Elska Gud og næstan

Linda Sunder talar um raðfestingar í okkara lívi. Í Mark. 12.28-31 sigur Jesus, at okkara hægstu raðfestingar eiga a…

Ársveitsla

Ársvetislan verður sunnudagin 29. desember kl. 14:00 í Skótahúsinum við Løkin. Á skránni er Guds Orð, lovsangur og matur til børn og vaksin. Ársveitsl…

Gleðilig jól

Hesa myrku tíð hátíðarhalda vit, at Jesus varð føddur inn í hendan heim. Eitt av sermerkinum við Jesusi er, at Hann var kallaður ljósið. Í Jóh. 1. 1-9…

Dópurin í Heilaga Andanum (5)

Poli Jacobsen talar fimta part um dópin í Heilaga Andanum. Í hesi undirvísingini verður aftur hugt at leik…

Kennir tú Jesus?

Símin P Jacobsen talar um at kenna Jesus. Í Jóh. 17.3 sigur Jesus: ”Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, h…


Kennir tú Jesus?

Tann mest týðandi spurningurin fyri eitt menniskja er, um tað kennir Jesus, tí uttan Jesus er eingin frelsa. Áps. 4.12 sigur: “og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.”

Um tú ynskir at fáa lut í tí lívi, sum Gud hevur at geva, so mást tú taka støðu til Jesus Kristus. Hann ynskir samfelag við teg og ynskir at geva tær ævigt lív.

“Jesus svaraði honum: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.” (Jóh. 14.6).

Eingin kemur til Gud uttan ígjøgnum Jesus, so um tú ynskir at koma til Gud, so mást tú taka støðu til Jesus.