
Vit tæna menniskjum.
Vit eru ein karismatisk frísamkoma, sum varð stovnað í 1990’unum av 17 fólkum. Vit halda til í Saltangará men tæna menniskjum úr øllum Føroyum.
Tíðindi og talur.

Hvussu er okkara samskifti?
Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi…

Jesus elskar teg
Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s…

Guds rættvísi 2
Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil…

Guds rættvísi 1
Poli Jacobsen talar um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Tveir persónar fara niðan í templið at biðja og báðir biðja t…

Guds lyfti halda
John Abrio talar um, at Gud er óbroytandi og heldur alt tað, sum Hann hevur lovað. Hann deilir eisini sín vitnisburð ta…

Hvussu liva vit?
Poli Jacobsen talar út frá 1. Tessalonika brævi kap. 1. um hvussu tey trúgvandi í Tessalonika eru eitt fyridømi fyri øl…

Hvør er Jesus fyri teg?
Símin P Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hett…

Í staðin
Ólavur Jacobsen talar um hvat Gud ynskir at gera fyri teg. Í fleiri støðum í Skriftini síggja vit, at Gud ynskir at geva okkum …

Vit eru Guds vitnir
(Talan er á enskum, men týdd til føroyskt) Godwin Sunder talar um at vit øll hava eina søgu at siga frá, ella ein [&…
Skráin.
Møti v/ Isaac Bhatti
Isaac Bhatti talar. Barnamøti verður eisini. Eftir møti er ein drekkamunnur at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.
14.09.2025 kl. 10:30
Bønarmøti
16.09.2025 kl. 19:00
Møti v/ Pola Jacobsen og breyðbróting
21.09.2025 kl. 10:30
Bønarmøti
23.09.2025 kl. 19:00
Møti v/ Hallgerð Akurstein
28.09.2025 kl. 10:30
Versið hesa vikuna.
Send bønarevni inn.
Kennir tú Jesus?
Tann mest týðandi spurningurin fyri eitt menniskja er, um tað kennir Jesus, tí uttan Jesus er eingin frelsa. Áps. 4.12 sigur: “og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.”
Um tú ynskir at fáa lut í tí lívi, sum Gud hevur at geva, so mást tú taka støðu til Jesus Kristus. Hann ynskir samfelag við teg og ynskir at geva tær ævigt lív.
“Jesus svaraði honum: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.” (Jóh. 14.6).
Eingin kemur til Gud uttan ígjøgnum Jesus, so um tú ynskir at koma til Gud, so mást tú taka støðu til Jesus.