Gud er tín hjálp

Lívsins Orð · Gud er tín hjálp

Hoyr Símin P. Jacobsen tala um at halda fast við Jesus tá ið vit møta avbjóðingum í lívinum. Í Dán. 4.14-15 stendur um Nebekadnezar, at hann skuldi missa ríkið, men at Gud lat eitt sindur vera eftir. Gud endurreisti honum kongadømið.

Okkara fíggindi roynir at stjala og ræna frá okkum tað, sum Gud hevur givið okkum. Men líkamikið hvat hendir okkum, so mugu vit halda fast við Harran. Hann vil føra okkum í gjøgnum allar trupulleikar og endurreisa okkum tað, sum mist varð.

Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar.

– Sálm. 121.1-2

Vend tínum eygum burtur frá menniskjum, og vend teimum til Gud. Hann, sum er skapari himmals og jarðar, er tilreiðar at hjálpa einum og hvørjum, sum rópar til Hann um hjálp.

Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?

Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg

Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2

Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...