Styrkin í Harranum (1)

Lívsins Orð · Styrkin í Harranum (1)

Flest øll menniskju koma, fyrr ella seinni, til eitt punkt í lívinum, har teirra styrki ikki strekkir til, og vit mugu hava hjálp. Eg minnist sum smádrongur ein ungan mann, sum kom inn í skúlan, eg gekk í og rópti, at hann trúði bert upp á egnan mátt og megi – hann doyði stutt eftir, alt ov ungur. 

Tað eru ymisk sløg av styrki, eisini tá ið tað kemur til okkum menniskju. Nøkur eru sterk upp á ein máta, meðan onnur eru sterk upp á ein annan máta – ella á einum øðrum øki. 

Skriftin undirstrikar í fleiri støðum, at vit, sum trúgvandi, eru eitt likam. Tað gevur okkum styrki. Bíblian nevnir eisini, at tey, sum eru sterk, eiga at bera byrðar hjá teimum veiku, og at eins og tað á einum likami eru limir, sum tykjast sterkari enn aðrir, so hava vit brúk fyri øllum limunum. Í 1.Kor. 16.13, sum er við endan á brævinum, sigur Paulus við tey trúgvandi í Korint:

Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir!

Tá ið ein hugsar um, at brævið helst er skrivað umleið 58 ella 59 Ef. Kr., og at Nero var keisari í Róm á fjórða ella fimta ári, so er hetta ein neyðugur boðskapur fyri tey. Tey høvdu helst hoyrt um forfylgingina av teimum kristnu í Jerusalem 20 ár frammanundan og nú vórðu útlit til truplar tíðar fyri tey trúgvandi við einum keisara, sum ikki dámdi tey trúgvandi.

1. JOSVA FEKK BOÐ UM AT VERA STERKUR

Jos. 1.6-7,9: “”Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt skifta í arv millum hetta fólk landið, ið Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum. Ver tú bert heilt hugreystur og sterkur, so tú leggur tær eina við at gera eftir allari lógini, ið Móses, tænari Mín, lærdi teg! Vík ikki frá henni, hvørki til høgru ella til vinstru, so tú kanst hava eydnuna við tær í øllum, sum tú fert undir at gera! Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.””

Tá ið Gud endurtekur sama boðskap 3 ferðir í eini stuttari samrøðu við menniskju, tá er verulig orsøk til at lurta væl eftir – Gud sigur við Josva 3 ferðir, at hann skal vera sterkur.  Hví sigur Gud við Josva at hann skal vera STERKUR: A. Var tað tí, at Josva kendi seg veikan og ikki helt seg strekkja til í hesi uppgávuni? B. Var tað tí, at Josva samanbar seg við Móses og sá, at hann hevði ikki somu eginleikar og salving? C. Var tað tí, at Josva hevði brúk fyri at vera sterkur fyri at leiða fólkið inn í tað lovaða landið? Gud ynskir, at vit skulu vera sterk. Hann ynskir at styrkja okkum, so vit kunnu tæna Honum óttaleys og gera tað, sum Gud ynskir okkum at gera.

2. DÁVID LEITAÐI SÆR STYRKI HJÁ HARRANUM

1. Sám. 30.6: “”Sjálvur kom Dávid í stóra neyð; tí menninir ætlaðu at steina hann, so harmir og sorgarfullir vóru teir allir um synir og døtur sínar. Men Dávid leitaði sær styrki hjá HARRANUM Gudi sínum.”” Dávid flýddi úr Ísrael undan Saul og fór til Filistaraland og kom til kongin í Gat, Akis. Kongurin gav honum og hansara 600 monnum bygdina Ziklag at búgva í við familjum. Men so hendir tað, at filistarar fara í bardaga við Ísrael, og Akis bjóðar Dávidi og monnum hansara við. Teir fara, men hinir filistarahøvdingarnir dámdu ikki at hava Dávid við, so teir fara heim aftur til Ziklag. Tá høvdu amalekitar herjað og tikið Ziklag, og teir høvdu hertikið alt, eisini familjurnar hjá Dávidi og hansara monnum. Hetta skapti so stóra sorg og øði millum menninar, at teir ætlaðu at steina Dávid. Dávid var í eini sera truplari støðu, alt var í móti honum, og hann hevði ryggin móti múrinum. Hvat ger Dávid í hesi truplu tíð?

Men Dávid leitaði sær styrki hjá HARRANUM Gudi sínum.

Eitt, sum er afturvendandi í Sálmunum er, at rithøvundarnir kunngjørdu, at Harrin var teirra styrki. (Sí Sálm. 18.2 + 22.20 + 28.7 + 28.8 + 46.2 + 59.18 + 81.2 + 118.14). Vit síggja tað sama aftur í øðrum bókum íGamla Testamenti. Nógv trúgvandi halda, at um Gud ynskir at styrkja meg ella geva mær styrki, so ger Hann tað – Man livir við tí hugburði, at hetta hendir automatiskt. Men Dávid LEITAÐI SÆR STYRKI hjá Harranum.

Jóel. 3.15: “”Smíðið svørð úr plógjørnum tykkara og spjót úr víngarðsknívum tykkara! Hin heilsuleysi sigi: “”Eg eri kappi!”” (VD). Enska týðingin King James Version sigur: “”Beat your plowshares into swords, and your pruninghooks into spears: let the weak say, I am strong.”” (KJV). Paulus sigur í Fil. 4.13: “”Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan””.

3. VIT FÁA BOÐ UM AT VERA STERK Í HARRANUM

Efes. 6.10: “”Og síðani -: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!”” Sum eg nevndi at byrja við, so skrivar Paulus til tey trúgvandi í Korint um at vera sterk. Eisini her í endanum av brævinum til tey trúgvandi í Efesus, sigur Paulus við tey, at tey skulu vera sterk. Legg merki til, at vit skulu vera sterk í HARRANUM og í kraft veldis HANSARA. Ikki í okkara egna styrki, men í Hansara styrki.

Vit mugu koma hartil, at vit kunnu siga, sum tey í Sálmunum, at Harrin er MÍN STYRKI.

Esaias. 40.28-31: “”Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt. Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki. [ESV-týðingin sigur “”increases strength””]. Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta. Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!””

Úr somu røð

Styrkin í Harranum (2)

Gud ynskir, at vit skulu vera andaliga sterk, tí í hesum heimi koma vit, okkara trúgv ella sannføring, at vera un...

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...