
Vit mugu seta mørk!
20.02.21 | Svenn Harry JohansenHoyr Svenn Harry Johansen tala um at seta mørk í okkara lívi. Vit eru øll í einum andaligum stríði, men Bíblian sigur okkum, at vit hava eina borg, og at vit standa á einum kletti.
Ver mær klettur, sum eg kann búgva á, og sum eg altíð kann flýggja til, Tú, sum hevur ásett mær frelsu! Tú ert klettur og borg mín.
– Sálm. 71.3
Dávid sigur eisini í Sálm. 61.4: “”Tí Tú ert skjól mítt, sterkt torn móti fíggindanum.“” og tað sama sigur sonur Dávids, Sálomo, í Orð. 18.10: “”Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður.“”
Okkara fokus má vera á einum føstum punkti, sum er Jesus. Fíggindin roynir at distrahera okkum, so vit missa okkara fokus á Jesusi og tí verki, sum Hann hevur kallað okkum til. (Orð. 23.7). Tað, sum okkara sinni er upptikið av, vil stýra okkum. Róm. 12.2 sigur, at vit hava ábyrgd av at endurnýggja okkara sinni ella okkara tankagongd:
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Vit mugu læra okkum at seta mørk. Vit mugu ansa eftir, hvat vit gera, hoyra og hyggja at. Paulus sigur við tey trúgvandi í Efesus, at tey høvdu ábyrgd av at seta mørk yvirfyri fíggindanum:
og gevið ikki Djevulinum rúm!
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...