Hvussu sær Gud okkum?

Lívsins Orð · Hvussu sær Gud okkum?

Tað hevur stóran týdning fyri okkara lív sum trúgvandi, at vit hava eina rætta uppfatan av Gudi. Hvussu vit síggja Gud er avgerandi fyri, hvussu okkara samfelag við Gud verður. Men líka týðandi spurningurin er, hvussu vit síggja Gud, er spurningurin, hvussu Gud sær okkum.

Okkara uppfatan av okkum sjálvum er ofta ikki í trá við tað, sum Gud sær, tá ið Hann hyggur eftir okkum, sum eru trúgvandi. Tá ið Gud hyggur at okkum, sær Hann menniskju, sum hava andalig RÆTTINDI, andaliga STØÐU og andalig EYÐKENNI.

GUD SÆR OKKUM SUM SÍNI BØRN
1. Jóh. 3. 1-2 sigur: “”Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst [givið] okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann. Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er.”” 

Hvørji vit eru og hvørji vit halda okkum vera, er ikki altíð tað sama. Tí er neyðugt, at vit byrja at síggja okkum sjálvi soleiðis, at okkara uppfatan av okkum sjálvum verður tað, sum Gud sigur um okkum. Tað er líka mikið hvussu heimurin sær okkum ella hvat heimurin sigur um okkum, so kunnu vit hava dirvi í tí, at vit eru børn Guds. 

Trupulleikin uppstendur, tá ið vit, sum eru partur av Guds familju, royna at liva sum tey, sum ikki eru partur av Guds familju. 

Í Efes. 5. 1 sigur Paulus við tey trúgvandi í Efesus: “”Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn“”. Legg merki til, at tað stendur ikki bara “”børn”” men “”elskað børn””.

Eisini stendur í Jóh. 1.12: “”Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;”” Vit hava fingið mátt ella MYNDUGLEIKA at verða børn Guds. 

GUD SÆR OKKUM Í KRISTUSI 

Í Jóh. 14. 20 sigur Jesus við lærusveinar Sínar: “”Tann dag fara tit at sanna, at Eg eri í Faðir Mínum, at tit eru í Mær, og at Eg eri í tykkum.”” Skilja vit, hvønn týdning tað hevur, at vit eru í Jesusi? At vit eru eitt við Hann?

Í Efes. 2. 4-6 stendur soleiðis: “”Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi – av náði eru tit frelst! – og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi“”

Gud sær okkum í Jesusi, gjørd livandi, reist upp og sett við Jesusi í hin himmalska heimin. Hetta lýsir okkara støðu ella positión sum trúgvandi. 

Tí er tað ikki bert ein spurningur um, HVUSSU vit síggja okkum sjálvi, men eisini HVAR vit síggja okkum sjálvi.

GUD SÆR OKKUM SUM LJÓS HEIMSINS 

Í Matt. 5.14 sigur Jesus: “”Tit eru ljós heimsins; …”” og í 1. Tess. 5. 5 sigur Paulus soleiðis um tey trúgvandi: “”Tit eru jú allir børn ljóssins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til.””

Tá ið Gud nú sær okkum soleiðis, latið okkum tá liva sum ljós í hesum heimi. Latið okkum ikki køva tað ljós, sum er í okkum, men lat tað skýna fyri øllum menniskjum.

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...