Guds Lamb

Lívsins Orð · Guds Lamb

Hoyr Símun P. Jacobsen tala um lambið í Skriftini. Lambið er mest umrøddað djór í Skriftini. Tað er nevnt yvir 500 ferðir. Men hvønn týdning hevði lambið, og hvat var lambið ein ímynd av?

Fyrsti spurningurin, Gud setti menniskjum í Bíbliuni, varð settur til Ádam, tá ið Gud spyr hann: “”Hvar ert tú?”” (1. Mós. 3.9). Men tað er ein annar spurningur í Skriftini, sum vit skulu hyggja at. Í 1. Mós. 22.7 síggja vit Ísak spyrja pápa sín (Ábraham): “”Hvar er lambið til brenniofrið?”” Uttan lambið var einki offur. Í Skriftini er lambið ein mynd av Jesusi sum Guds lamb, sum Hann ofraði fyri alla mannaættina, og hon brúkar orð sum “”song lambsins””, “”blóð lambsins”” og “”bók lambsins””. 

Jesus ynskir at vera””lambið”” í okkara lívi og heimi – lambið, sum varð ofrað til Gud fyri okkara syndir. Jesus ynskir at gerast partur av okkara lívi. Í Jóhannesar Opinbering, kap. 3.20 sigur Jesus soleiðis:

Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær.

Aðrar greinar

Felags bønarmøti

Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík

Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...