Frælsi frá ótta

Lívsins Orð · Frælsi frá ótta

Ólavur Jacobsen talar um frælsi frá ótta. Sálm. 34.5 sigur: “Eg søkti HARRAN, og Hann svaraði mær og fríaði meg frá øllum, ið eg ræddist.”

Eitt orð frá Gudi kann seta teg í frælsi. Eitt orð úr Skriftini, sum Guds Andi ger livandi, kann seta teg í frælsi. Es. 46. 3-4 sigur:

Lurtið eftir Mær, tit av húsi Jákups og øll tit, sum eftir eru av húsi Ísraels, tit, ið frá móðurlívi eru løgd á Meg, og sum Eg frá móðurfangi havi borið! Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum.

– Es. 46. 3-4

Í 1. Sám. 17. 8-11, 24 lesa vit um bardagan millum Dávid og Goliat. Tað stendur skrivað um Ísrasel, at “Táið Saul og alt Ísrael hoyrdu hesi orð Filistarans, ræddust teirog óttaðust stórliga.” (1. Sám. 17.11). Tað, sum Ísraelsmenn SÓU og HOYRDU, skapti ótta í teimum. Tað var ikki bara ein spurningur um hvat tey sóu og hordy, men HVAT tey veruliga sóu og hoyrdu. Dávid bæði sá og hoyrdi tað sama, sum hini, men hansara reaktión var øðrvísi. Hann svarði aftur við at vendi eyguni til Gud; hvør Hann er og kann gera. Hann samanbar ikki seg sjálvan við Goliat, men hann samanbar Gud Ísraels við Goliat. 

Vegurin til frælsi frá ótta er:

  1. At hava álit á Gudi og teimum lyftum, sum Hann hevur givið.
  2. At tala Guds orð ella lyfti móti tí, sum kemur í móti okkum.

Tað er áhugavert at lesa í gjøgnum Sálmarnar í Skiftini, serliga teir hjá Dávidi. Aftur og aftur sigur Dávid hvør Gud er, hvat Hann ger og at Hann er til at líta á. Dávid sigur ferð eftir ferð, at Gud er hansara borg, vernd, bjarging, frelsa, hirði o.s.fr. Hann kunngjørdi fyri sær sjálvum og umstøðunum, at HARRIN var hansara klettur og borg. Hann sannførdi seg sjálvum um, at Gud var við honum.

Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: “Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær” – so vit kunnu siga við fríum móti: “Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!”

– Heb. 13.5-6.

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...