
Hvussu síggja vit Gud?
31.10.20 | Poli JacobsenPerspektivið, tú sært Gud og teg sjálvan úr, hevur stóran týdning. Fyri nøkrum árinum síðani hoyrdi eg ein prædikant siga at vit, sum kristin, eru skiftin, ónd og syndafull. Hann vísti til veruleikan, sum vit livdu við og í.
Men Guds orð lærir okkum, at um vit eru fødd av nýggjum, eru vit rein og rættvís í einum skitnum, falnum og syndafullum heimi.
Hvussu sært tú Gud? Jesus kallar Gud “Faðir Mín” 53 ferðir í evangeliinum. Men Hann kallaði ikki bert Gud fyri Faðir Sín, men 21 ferðir sigur Hann “”Faðir okkara”” og 21 ferðir í evangliinum sigur Hann “Faðir tykkara” meðan Hann tosar við lærusveinar Sínar.
Eitt dømi síggja vit í Matt. evg. 6. 5-9:
Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína. 6 Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær. 7 Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð. 8 Líkist tí ikki teimum! Tí Faðir tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja Hann. 9 Tí skulu tit biðja soleiðis: “Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!”
Okkara uppfatan av Gudi, broytir ikki Gud. Hvussu vit velja at síggja Gud, broytir ikki hvør Hann er. Hinvegin hevur okkara uppfatan av Gudi stóra ávirkan á, hvussu okkara forhold til Gud er í okkara lívi. Tí hevur tað týdning HVAT vit lata forma okkara uppfatan av Honum.
- HVAT ÁVIRKAR OKKARA UPPFATAN AV GUDI?
Flestu av okkum kenna til, at mjørki kann órógva okkara sjón ella uppfatan av tingum. Hetta er eitt vælkent fyribrigdið, eisini á okkara leiðum. Hetta er eitt gott dømi um, at okkara umstøður ávirka okkara sjón og uppfatan. Umstøðurnar broyta ikki tingini, men okkara uppfatan av teimum. Soleiðis er tað eisini andaliga. Tað er tí ikki bert ein spurningur um HVAT vit síggja, men eisini HVUSSU vit síggja tað.
Vit hvørt síggja vit “lutir”, sum ikki eru har, men orsaka av umstøðum ella hendingum í okkara lívi, verður okkara sjón ella uppfatan manipulerað. Soleiðis er tað eisini við Gudi. Nógv menniskju hava eina skeiva uppfatan av Gudi orsaka av at onkur, sum sigur seg umboða Gud, hevur gjørt teimum ilt. Hetta er serliga galdandi, tá ið tað snýr seg um at síggja Gud sum faðir, tí mong menniskju hava eina ringa uppliving av teirra jarðiska pápa. Tí verður teirra uppfatan av Gudi formað av teirra upplivingum og ikki tí, ið Skriftin sigur.
Fyrr enn eg og tú hava sæð Gud sum okkara Faðir, hava vit ikki eina fulla uppfatan av Gudi og Hansara hjartalagi.
- HVUSSU FORMA VIT OKKARA UPPFATAN AV GUDI?
Tað hevur stóran týding, at okkara uppfatan av Gudi ikki verður formað av upplivingum ella vanahugsan, men av Guds orði. Heb. 1.3 sigur okkum, at “Hann [Jesus] er ljómi dýrdar Hansara og ÍMYND veru Hansara…”. Jesus royndi at vísa lærusveinum Sínum og øll teimum, Hann kom í samband við, at Gud er ikki bert Gud, men Hann ynskir at verða Faðir okkara.
Tí mugu vit hyggja at Guds orði fyri at síggja hvussu Jesus lýsir Gud. Hann kom frá Gudi, gjørdi Guds vilja og fór aftur til Gud. Hann er tann, sum kendi Gud til fulnar. Lat okkum tí grunda yvir Guds orð soleiðis, at okkara uppfatan av Gudi kann broytast frá okkara ókláru mynd til hana, sum Jesus vísti okkum; at Gud er okkara Faðir.
- HVAT ER ÚRSLITIÐ AV AT SÍGGJA GUD SUM FAÐIR
Hvørja ávirkan hevur tað á okkum, at Gud er vorðin okkara Faðir? Fyrst av øllum, so hevur ein og hvør, sum hevur tikið í móti Jesusi, RÆTT til at verða barn Guds (Jóh. 1.12). Vit hava fingið barnakor hjá Gudi. (Efs. 1.2-5, Efs. 2.18, Róm. 8.14-15).
“Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst [givið] okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann. 2 Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er. 3 Hvør tann, ið hevur hesa vón til Hansara, reinsar seg sjálvan, eins og Hann er reinur.” (1. Jóh. 3.1-3)
Nógv menniskju vilja heldur góðtaka tað, sum er skeivt, enn at vera øðrvísi. Tað, at vera trúgvandi, er at vera øðrvísi.
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...