
Hvussu sá Jesus Gud?
07.10.20 | Poli JacobsenOpinberingin av Gudi í Gamla Testamenti var primert av Honum sum skapara, forsyrgjara, verja o.s.fr., men altíð sum Gud. Hann var kendur sum Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, og seinni sum Gud Ísraels. Og tað er Hann.
Men tá ið Jesus kom, talaði Hann um Gud sum Sín Faðir. Hetta gav harðlig aftursvar frá hinum skriftlærdu og lógkønu (Matt. 5.17-18).
Gud hevur ikki bert givið okkum nakrar lutir, men Hann hevur givið okkum Sín kærleika. Hetta sýnist at vera ein av stóru trupulleikunum at góðataka og trúgva hjá okkum menniskjum. Latið okkum geva gætur eftir hesum útsøgnum frá Jesusi:
1. Navn Faðirs Míns:
Í Jóh. 5.41-43 sigur Jesus: “Eg taki ikki við heiðuri frá menniskjum; 42 men Eg kenni tykkum, at tit hava ikki kærleika Guds í tykkum. 43 Eg eri komin í navni Faðirs Míns, og tit taka ikki ímóti Mær; kemur ein annar í sínum egna navni, honum fara tit at taka ímóti.” og í
Jóh. 10.25 sigur Hann: “Jesus svaraði teimum: “Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva Mær ikki. Verkini, sum Eg geri í navni Faðirs Míns, vitna um Meg.“
2. Vilji Faðirs Míns:
Jóh. 6.37-40 sigur: “Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur. 38 Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg. 39 Og hetta er vilji Hansara, sum sendi Meg, at Eg skal einki missa av øllum, ið Hann hevur givið Mær, men reisa tað upp síðsta dag. 40 Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.” og í Matt. 12.50 sigur Jesus: “Tí hvør tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum í Himli er, hann er bróðir og systir og móðir Mín.”
3. Hond Faðirs Míns:
Jóh. 10.27-30: “Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann og hann fylgir Mær. 28 Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. 29 Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns. 30 Eg og Faðirin, Vit eru eitt.“
4. Hús Faðirs Míns:
Jóh. 14.1-3: “”Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við! 2 Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. 3 Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.“
5. Orð Faðirs Míns:
Jóh. 14.23-24: “Jesus svaraði honum: “Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum. 24 Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni, og orðið, tit hoyra, er ikki Mítt, men Faðirsins, sum hevur sent Meg.”
6. Boð Faðirs Míns:
Jóh. 15.10: “Eins og Faðirin hevur elskað Meg, so havi Eg elskað tykkum; verðið í kærleika Mínum! 10 Halda tit boð Míni, verða tit verandi í kærleika Mínum, eins og Eg havi hildið boð Faðirs Míns og verði verandi í kærleika Hansara.“
Í Jóh. 3.16 sigur Jesus, at “Tí so elskaði GUD heimin, at Hann gava Son Sín…” Trúgvandi hava ofta trupulleikar við at trúgva, at Gud elskar tey, sjálvt um tey samstundist trúgva, at Gud elskaði HEIMIN so høgt, at Hann gav alt. Men hví skuli Gud elska teg minni, nú tú ert Hansara barn? Í 1. Jóh. 3.1 er talan um tey, sum eru børn Guds og nú er málburðurin øðrvísi: “Síggíð, hvussu stóran kærleika FAÐIRIN hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað!…“
Okkara kumpass og mentan sum trúgvandi eigur at vera kærleiki Faðirsins. At liva í kærleika og elska menniskju, tí okkara Himmalski Faðir hevur elskað okkum við so stórum kærleika, at vit kunnu kallast børn Guds – og vit eru tað.
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...