Hvørjum liva vit fyri?

Lívsins Orð · Hvørjum liva vit fyri?

Jónathan Gaardlykke talar um at liva fyri Jesusi og ikki bert okkara egnu tørvum. Vit síggja í Guds orði, at Jesus bjóðar tryggleikanum hjá menniskjum av. 

Eitt dømi um hetta síggja vit í Mark. 10.17-23. Her møtir Jesus einum ríkum ungum manni, sum hevði alt og livdi rætt. Men Jesus eggjar honum til at gera eitt sindur afturat: “sel alt, og gev hinum fátæku tað. Kom so og fylg Mær”. Hesin ungi ríki maðurin gjørdist illa við av hesum og fór sorgarfullur burtur. 

Hvussu møta vit eini avbjóðing frá Jesusi? Hann bjóðar eisini okkum av í dag. Hann ynskir, at vit skulu fylgja Honum eftir og verða ein signing fyri onnur. Hann hevur signað okkum, fyri at vit skulu verða til signing.

Aðrar greinar

Felags bønarmøti

Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík

Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...