
Guds kærleiki
20.07.20 | Símin P. JacobsenHoyr Símun P. Jacobsen tala út frá 1. Kor. 13 um Guds kærleika. Gud vil, at vit skulu elska menniskju og brúka ting, men heimurin hevur vent hesum á høvdið. Hann brúkar menniskju og elskar ting.
Í Luk. 15 lesa vit frásøgnina um seyðin, sum var burturvilstur. Hirðin elskar allar sínar seyðir, men hann fer frá teimum 99, fyri at leita eftir tí eina, sum er burturvilstur. Gud elskar øll menniskju, eisini tey, sum eru burturvilst. Hetta vísir Jesus í frásøgnini um burturvilsta sonin. Faðirin bíðaði eftir honum og var tilreiðar at fyrigeva honum, tá ið hann kom heim.
Róm. 5.5 sigur:
men vónin ger ikki til skammar, tí at kærleiki Guðs er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
