Ert tú eitt ljós?

Lívsins Orð · Ert tú eitt ljós?

Vit hava ein andaligan mótstøðu- mann; ein fígginda, sum roynir at steðga okkum í at liva sum ljós í hesum heimi. Guds orð sigur, at vit eru ljós, og gøtan, sum vit ganga, er lík skínandi ljósi. Orð. 4.18 sigur:

Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur.

Í versunum 20-27 vísir rithøvundin okkum, hvussu vit kunnu liva sum eitt ljós. Við at halda okkum til Guds orð og við at vanda okkum um, hvat vit siga. Jákupsbræv 1.19-25 leggur dent á, at vit mugu vera gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess.

Tað vita tit, elskaðu brøður mínir! Men hvør menniskja veri snar til at hoyra, sein til at tala, sein til vreiði; tí at vreiði mans virkar ikki rættlæti fyri Guði. Leggið tí av allan óreinskap og allar leivdir av illskapi, og takið við spaklyndi móti orðinum, sum er gróðursett í tykkum og sum er ført fyri at frelsa sálir tykkara! Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. Tí at um einhvør hoyrir orðið og ikki ger eftir tí, tá er hann líkur manni, sum skoðar sín náttúrliga andlitsskap í spegli; tí at hann skoðar seg sjálvan og fer avstað og gloymir við tað sama, hvussu hann sá út. Men tann, ið lítur inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí, so at hann ikki verður ein gloymskur áhoyrandi, men ein, sum ger gerningin, hann skal verða sælur í verki sínum.

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...