Frið við Gud

Mest týðandi spurningurin fyri eitthvørt menniskja er, um tú hevur frið við Gud ella ikki. Uttan frið við Gud, er eingin vón um ein tilveru saman við Gudi eftir deyðan.

Rithøvundurin av Hebrearabrævinum sigur, at tveir veruleikar eru galdandi fyri øll menniskju: Annar er at doyggja, og hin er dómur (Heb. 9.27).

Men hinvegin vísir Bíblian okkum eisini, at tað er møguligt hjá einum og hvørjum at fáa frið við Gud. Róm. 5.1 sigur: “Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.

Hetta versið inniheldur tríggjar sannleikar um, hvussu vit fáa frið við Gud:

Nr. 1. Frið við Gud fæst í gjøgnum rættvísgering.

Nr. 2. Rættvísgering fæst í gjøgnum trúgv.

Nr. 3. Trúgvin má verða grundað á Jesus fyri at rættvísgera.

…hava vit tí nú frið við Gud VIÐ Harra okkara JESUSI Kristi.” Friður við Gud kann bert uppnást við ella ígjøgnum Jesus. Paulus sigur við samkomuna í Efesus “Tí Hann (Jesus) er friður okkara…” (Efe. 2.14).

Er Jesus tín friður? Ert tú rættvísgjørdur við trúgv á Jesus? Um ikki, so kann tað gerast í dag við at venda sær til Jesus í trúgv og gera Hann til Harra og Frelsara í tínum lívi. Hygg hvat Esaias 53.5 sigur:

Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.

 Hetta gjørdi Jesus fyri teg. Hetta gjørdi Hann fyri øll menniskju.

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...