
Trúgv hevur týdning
18.03.20 | Poli JacobsenVit halda ofta, at menniskjuni, sum eru nevnd í Hebrearabrævinum kap. 11, hava verið nakað heilt serligt. At tey høvdu serlig evni ella sambond, men sannleikin er tann, at tey vóru vanlig menniskju sum eg og tú.
Tað, sum hesi menniskjuni vórðu kend fyri, var tað, sum tey gjørdu, og hvussu tey gjørdu tað. Tað er, hvussu tey gjørdu hesi tingini, sum førdi til, at Gud valdi at seta tey á hendan listan av menniskjum. Tað, sum varð framt í gjøgnum ella við teimum, var ikki orsakað av:
Útbúgving (tí tað var ymiskt, sum hesi vóru útbúgvin), starvi (tí nøkur vóru kongar, onnur hirðar og skeinkjarar, og enntá ein skøkja er nevnd), familju, status ella bakgrund (tí eitt nú Gideon var av minstu ættini), kyni (tí vit síggja bæði kvinnur og menn á hesum listanum), aldri (tí her eru bæði ung og gomul nevnd), sambondum (tí her vóru menniskju við týðandi sambondum og tey, við ongum netverki) ella fíggarligum miðlum (tí vit hava ein lista við ríkum menniskjum og teimum, sum ikki høvdu so nógv).
Niðurstøðan er tann, at vit kunnu ikki brúka hesar undanførslur fyri ikki at tæna Gudi. Tað er eingin undanførsla, at tú ert ungur ella gamal, at tú ikki hevur nóg høga útbúgving ella ert av røttu familjuni. Tað er heldur eingin undanførsla, at tú ikki hevur røttu sambondini.
Hvat gjørdi, at hesi menniskjuni komu á hendan listan, sum Gud ynskti, at komandi ættarlið skuldu minnast? Eg hugsi, at flest øll trúgvandi vildu ynskt at komið á hendan listan. Tað er eitt orð, sum verður brúkt til at lýsa øll hesi menniskjuni og tað, sum tey gjørdu, nevniliga TRÚGV.
Legg merki til, at trúgvin hjá hesum menniskjum førdi til avgerðir og verk (handling). Hesi handlaðu upp á sína trúgv (ofraðu, bygdu, fóru o.s.fr.) og Gud møtti teimum við Síni kraft, og gjørdi undur og tekin í gjøgnum tey. Um trúgv hevur slíkan týdning, so eigur tað at hava týdning fyri okkum at vita, hvat Bíblian sigur um trúgv:
HVAT SIGUR JESUS UM TRÚGV?
1. Alt er møguligt fyri tann, sum trýr.
Í Mark. 9.23 sigur Jesus við ein pápa, sum hevur son, sum hevur málleysan anda: “Um Eg eri mentur! Alt er honum møguligt, sum trýr!” og í Matt. 8.13 segði Jesus við høvuðsmann, sum hevði sjúkan drong, “Far! Tær verði, sum tú trúði!”. Í Matt. 9.2 stendur soleiðis í sambandi við teir fýra, sum bóru vinmann teirra á song til Jesus, at “tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna…”
2. Tín trúgv hevur stóran týdning og møguleikar.
Í Matt. 9.22 lesa vit um, hvat Jesus segði við kvinnuna við blóðsótt, og sum nam við faldin á klæðum Hansara: “Ver hugreyst, dótturin! Trúgv tín hevur frelst teg.” og í Matt. 9.28 segði Jesus við tveir blindar menn: “Trúgva tit, at Eg kann gera hetta?” Teir svaraðu Honum “Ja, Harri!”. Tá nam Hann við eygu teirra og segði: “Tykkum verði eftir trúgv tykkara!”
Í Matt. 15.28 segði Jesus við kánaneisku kvinnuna, sum hevði dóttur, sum varð plágað av illum anda: “Kvinna! Trúgv tín er stór; tær verði sum tú vilt!”
3. Trúgvin er fyritreytin fyri, at bøn virkar.
Í Matt. 21.21-22 segði Jesus, at “Hava tit trúgv og ivast ikki, so…” og síðani í v. 22, tá ið Jesus talar um bøn: “Alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.”
Jesus segði, at trúgvin letur dyrnar upp fyri tí ómøguliga.
Jesus undirstrikaði, hvat tú kanst gera, útføra, móttaka og uppliva, um tú trýrt. Hann segði, at trúgvin letur dyrnar upp fyri tí ómøguliga.
HVAT SIGUR JÁKUP UM TRÚGV?
1. Trúgvin er deyð uttan verk (handling)
Í Ják. 2.14-17 sigur Jákup: “Hvat hjálpir tað, brøður mínir, um ein sigur, hann hevur trúgv, táið hann hevur ikki verk! Man trúgvin fáa frelst hann! – Er bróðir ella systir nakin og hevur ikki føði fyri dagin, hvat hjálpir tað tá, um onkur av tykkum sigur við tey: “Farið í friði, vermið tykkum og mettið tykkum!” – um hann gevur teimum ikki tað, ið likaminum tørvar! – Soleiðis við trúnni eisini: Hevur hon ikki verk, er hon deyð í sær sjálvari!”
Vers 17 sigur “Soleiðis við trúnni eisini: hevur hon ikki verk, er hon deyð í sær sjálvari!”. Onkur týðari av Bíbliuni sigur soleiðis, at “Um trúgvin ikki hevur handling, sum samsvarar við trúnna, er hon deyð í sær sjálvari.”
Fyri at trúgvin skal virka, má hon hava handling ella verk.
Her er ikki talan um eina og hvørja generella handling, men handling, sum fylgir við trúnni, ella samsvarar við trúnna.
Orðið “deyð” merkir, at trúgvin er inaktiv, óproduktiv ella úrslitaleys. Hon er kraftarleys. Trúgv uttan verk verður her samanborin við eitt likam uttan anda. Tað er deytt, men tað er eitt likam fyri tað, bara eitt deytt likam.
Nógv menniskju hava trúgv, men trúgvin er deyð ella óvirkin, tí hon ikki hevur samsvarandi verk ella handling. Tí er hon úrslitaleys.
Ják. 2.20 sigur soleiðis: “Men vilt tú vita tað, tóma menniskja, at trúgvin uttan verk er ónýt!” RSV týðingin av Bíbliuni brúkar orðið “ávakstrarleys” í staðinfyri “ónýt”, meðan Amplified Bible brúkar orðið “virðisleys”.
2. Trúgvin virkar saman við verkunum (handling).
Í Ják. 2.22 stendur soleiðis: “Tú sært, at trúgvin virkaði saman við verkum hansara, og at við verkunum varð trúgvin fullkomin!”. RSV sigur: “Tú sært at trúgvin var aktiv saman við verkum hansara” og Weymouth New Testament sigur: “Tit løgdu merki til, at hansara trúgv samstarvaði við hansara handling”. New International Version málber seg soleiðis: “Tú sært, at hansara trúgv og hansara handlingar arbeiddu saman, og hansara trúgv varð gjørd fullkomin (heil) av tí, sum hann gjørdi”
Ein onnur týðing av Bíbliuni sigur, at “Tú sært, at hansara trúgv bleiv aktiv við verkunum.” Fyri at fáa trúnna virksama í okkara lívi, so er tað týðandi at síggja, at tað er handling, sum gevur lív ella kraft til trúnna, ella gevur trúnni møguleikan at framleiða tey ynsktu úrslitini.
Tað eru handlingar, sum samsvara við trúnna, sum geva úrslit.
Vit hava, flestu av okkum, lisið ella hoyrt um onkran, sum við at handla upp á ávísan máta upplivdi Guds kraft á ein ella annan hátt. Eg havi roynt at handla upp á sama máta, tí eg hugsaði, at tað virkaði fyri hann/hana, so má tað eisini virka fyri meg, men uttan úrslit. Orsøkin til manglandi úrslit hjá mær var, at eg handlaði upp á trúnna hjá einum øðrum og ikki upp á mína egnu trúgv. Eg royndi at fáa mínar handlingar at virka saman við trúnni hjá einum øðrum. Handlingin í sær sjálvum skapar ikki úrslit, men um handlingin er grundað á ella drivin av trúnni í tínum hjarta, skapar hon úrslit. Vit royna ofta at handla, uttan at hava grundarlagið (trúnna) í lagi.
Trúgvin er grundarlagið, sum handlingin má standa á.
Vit mugu læra okkum at handla upp á trúnna, sum er í okkara hjarta. Trúgv er eitt kraftfult amboð, sum Gud hevur givið okkum, men uttan handling er tólið nyttuleyst.
Trúgv er ein andalig meginregla at liva eftir og ikki ein trupulleiki, sum skal loysast. Trúgv hevur brúk fyri at úttrykkja seg fyri at skapa úrslit.
Tað er ikki tað, sum tú hevur, sum telur; tað er, hvat tú gert við tað, sum tú hevur, sum telur – John Mason
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...