
Jesus er okkara hirði
06.03.20 | Símin P. JacobsenHoyr Símun P. Jacobsen tala um, at Jesus er okkara hirði. Sálmur 23 er skrivaður av Dávidi kongi. Áðrenn hann gjørdist kongur, var Dávid hirði og røktaði fæið hjá pápa sínum.
Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.
– Sálm. 23.1.
At Dávid sigur, at Harrin er hirði mín, vísir relatiónina millum Dávid og Harran. Bæði í Sálma 23 og í Jóh. 10.9-11 vísa okkum, at Jesus ynskir at leiða okkum, eins og hirðin leiðir seyð sín. Men vit síggja eisini, at seyðurin hevur fíggindar, sum hirðin ynskir at verja seyðin frá.
Eins og seyðir, halda vit menniskju, at grasið er grønari uttanfyri hegnið ella garðarnar. Hetta førir stundum til, at vit fara frá hirðanum og fylginum. Sjálvt um Jesus er áhugaður í øllum fylginum, so er Hann eisini áhugaður í hinum einstaka. Tí vil Hann altíð fara út at leita eftir tí, sum er vilst av leið. Hetta síggja vit væl lýst í líknilsinum um burðurvilsta sonin í Lukas. 15.
Hvar eru vit? Eru vit innanfyri ella uttanfyri? Fylgir tú hirðanum eftir, ella ert tú vilstur av leið?
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
