Vitnisburður: At liva nær Gudi

Lívsins Orð · Vitnisburður: At liva nær Gudi

Hoyr Sonna Egholm tosa um týdningin av at liva nær Gudi, fyri at kunna verða eitt amboð í Hansara hond.

2.Mós. 33.7-11: ”Móses plagdi at taka tjaldið og reisa tað uttan fyri tilhaldið, nakað frá tí; hann kallaði tað samkomutjaldið. Ein og hvør, ið søkti HARRAN, hann fór nú út til samkomutjaldið uttan fyri tilhaldið. Og hvørja ferð Móses fór út til tjaldið, reistist alt fólkið og stóð, hvør í tjalddurum sínum og hugdi eftir Mósesi, inntil hann var komin inn í tjaldið. Táið Móses kom inn í tjaldið, kom skýstólpin niður og stóð í tjalddurunum, og HARRIN talaði við Móses. Men táið alt fólkið sá skýstólpan standa í tjalddurunum, reistust tey øll og tilbóðu, hvørt í tjalddurum sínum. HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum táið maður tosar við mann. So fór Móses aftur í tilhaldið; men tænari hansara Josva, sonur Nun, ungur maður, veik ikki frá tjaldinum.”

Her síggja vit munin á Josva og fólkinum. Hann veik ikki frá tjaldinum (Guds nærveru). Hann vildi hava meira frá Gudi, meðan fólkið stóð eitt sindur burturfrá og hugdi at.

Tá ið vit koma nærri Gudi, fáa vit dirvi til at verða vitnir fyri Harran.

Sál. 91.1: “Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda” og vers 9: “”Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt”” [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;” Vit hava ein leiklut. Sita vit í lívd Harrans? Halda vit okkum nær til Hansara?

Sál. 73.28: “Men eg havi gleði mína í at halda meg nær hjá Gudi; eg søki mær skjól hjá Harranum HARRANUM fyri at kunna vitna um øll verk Tíni.”

Fyri at vera eitt vitni, mugu vit liva nær hjá Harranum. Hava vit okkara gleði í at halda okkum nær Harranum?

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...