Styrkin í felagsskapinum

Lívsins Orð · Styrkin í felagsskapinum

Í 5. Mós. 25.17-19 lesa vit um, hvussu Amalekitar royndu at drepa tey aftastu av Ísraelsfólki, tey, sum vóru móð og útlúgvaði. Vit mugu ansa eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum, at vit ikki gerast eitt lætt offur fyri fíggindan, tí vit dragna afturúr og isolera okkum sjálvi.

Latið okkum hyggja at trimum hugleiðingum úr hesi hending:

Nr. 1: Vit mugu ansa eftir, at ongin av okkum dregur afturúr.

Á okkara lívsleið er eisini vandi fyri, at vit kunnu dragna afturúr og isolera okkum frá felagsskapinum. Hetta er tað, sum Hebrearabrævið ávarar ímóti í kap. 10. Tá ið vit eru isoleraði, gerast vit sárbar yvirfyri fíggindanum.

Nr. 2: Vit mugu ansa eftir, at vit hjálpa øðrum, sum eru í vanda fyri at dragna afturúr.

Sum í líknilsinum um hin miskunnsama Samariubúgvan, mugu vit duga at síggja og hjálpa teimum, sum dragnaðu afturúr og eru vorðin særd.

Í Matt. 5.41 sigur Jesus:

“og um onkur noyðir teg at ganga eina míl við sær, gakk tvær við honum.” At ganga eina míl, fekst tú einki afturfyri, men ynskti viðkomandi, at tú skuldi ganga eina míl afturat við honum, skuldi hann samsýna tær tað. Men Jesus sigur, at vit eiga at hjálpa menniskjum uttan at vænta nakað afturfyri.

Matt. 11.28-30 sigur:

Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.»

Nr. 3: Um vit eru troytt ella eru dragnaði afturúr, so mugu vit viðganga, at vit eru troytt og hava brúk fyri hjálp.

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...