Gud gav alt!

Lívsins Orð · Gud gav alt!

Í Jóh. evg. kap. 3. 14-18 lesa vit:

Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum. Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum. Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.

Jóhannes, sum var jødi, var uppvaksin við at trúgva, at Messias skuldi koma at frelsa jødarnar (Guds fólk) og døma og revsa restina av heiminum. Uppfatanin av Gudi í Gamla Testamenti var, fyri ein stóran part, at Gud var rættvísur, heilagur og dømandi. “”Harrin gav – Harrin tók”, sum Job segði, var vanliga hugsanin.

ELSKAÐI – Men so møtir hann Jesusi (Messias) og skrivar evangeliið, sum ber hansara navn umleið ár 90. Tað er áhugavert at síggja, hvat og hvussu hann skrivar. Legg merki til, at vers 14 er framtíð: “… so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp…” og vers 16 er tátíð “…Tí so elskaði Gud heimin…”.

Hvussu lýsir tú ein kærleika, sum ofrar sín einborna son fyri tey, sum spotta og hata teg? Sum gevur seg sjálvan fyri tey, sum høvdu vent einum bakið?

Kendi enski prædikumaðurin, Charles Spurgeon, sigur soleiðis í sambandi við vers 16: “never has so much meaning been compressed into so small a space as in that famous little word “So,” in the text.”

Jóhannes hugsaði á arameiskum, men skrivar á grikskum. Uppaldur í jødiskum hugburði og jødiskari mentan. Hvussu skuldi hann úttrykkja Guds kærleika? Hvørji orð skuldi hann brúka? Á grikskum eru fleiri ymisk orð, sum lýsa ymisk sløg av  kærleika. Orðið, hann brúkar í vers 16, lýsir ein kærleika, sum ikki er grundaður á kenslur, men sum elskar hóast feilir og manglar, og ikki av tí, at vit hava uppiborið tað. Hann elskaði, tí Hann sá virðið í menniskjanum.

Men hvønn er tað, Gud vísir hendan kærleikan til?

HEIMIN – At Gud Ísraels skuldi elska allar tjóðir og ikki bara jødarnar (ikki ávíst fólk ella tjóð), men øll menniskju, var provokerandi fyri jødarnar. Er hetta kanska provokerandi fyri okkum eisini? Evangeliið (góð tíðindi) er fyri ØLL menniskju. Jóh. 1.10 sigur: “”Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við Honum; men heimurin kendi Hann ikki.””

GAV – Legg merki til, at tað stendur “gav” heldur enn “sendi” í hesum versinum. Tað, at Gud elskaði heimin, var ikki nóg mikið í sær sjálvum, at frelsa okkum. Men Guds kærleiki GAV. Kærleikin prógvar seg í handling við at geva. “Gav” er prógvið fyri “at Gud elskaði”.

Hann elskaði HEIMIN so nógv, at Hann GAV heiminum nakað.

Menniskjan hevði ongan rætt at krevja ein frelsara, men Gud valdi at GEVA heiminum ein frelsara.

EINBORNA – Gud gav ikki EIN son, men hin EINBORNA ella EINASTA sonin. Tað merkir, at Gud hevði bara ein Son, og ALT er í Honum. So tá ið Gud GAV einborna Son Sín, so gav Hann ALT. TAÐ ER SOLEIÐIS, GUD GEVUR.

TRÝR – Vers 16 sigur “Hvør tann, ið trýr á HANN, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív”. Gud gjørdi eina ógvuliga einfalda frelsuætlan – bert eina ætlan. Gud gav Sín einborna Son – ikki ein av mongum – og tí er frelsa bert í tí at trúgva á HANN. Við øðrum orðum, er bert ein loysn ella bjarging, ella bert ein vegur.

Gud ynskir at frelsa ØLL, men um ein ikki vil taka ímóti tí gávu (og tað er bara ein), sum Hann gevur, so er eingin vegur uttanum fortapilsið.

Lat meg spyrja teg tríggjar spurningar:

1. ER GUD EIN GEVARI?

Ja, tí Gud gav alt, tá ið Hann gav Jesus.

Ják. 1.17: “Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá Faðir ljósanna…” Efe. 1.22: “Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum..” Róm. 8.32: “Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men GAV Hann fyri okkum ØLL, hvussu skal Hann kunna annað enn GEVA okkum ALT við Honum.”

Ja, tí Jesus gav Seg sjálvan.

Gal. 1.3-4: “… sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara!”” Gal. 2.20: “…livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg OG gav Seg sjálvan fyri meg…” Efe. 5.2: “Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn, og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!”

Legg merki til orðini “elskaði” og “gav Seg sjálvan”. Jesus ikki bert var lýðin Faðirinum, men Hann gjørdi tað eisini, tí Hann elskaði okkum. Kærleikin fekk Gud at geva ALT og fekk Jesus at geva SEG sjálvan.

1.Tim. 2.6: “sum gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll, til vitnisburð á tíð síni.” Tit. 2.14: “sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk.”

2. ERT TÚ MÓTTAKARI?

Um Gud er GEVARI og allar góðar gávur koma frá Honum, hvør er so móttakarin av hesum gávum?

Jóh. 3.16 sigur, at “Hvør tann, ið trýr á Hann skal ikki … men HAVA ….” Tað, sum Gud gevur, er ætlað til “Hvør tann” og tað merkir okkum øll. Tað er tó tann fyritreyt, at vit mugu TRÚGVA fyri at fáa lut í Guds gávum.

Tá ið tað er greitt fyri okkum, at Gud er ein gevari, og vit hava gjørt okkum til móttakarar, ynskir Gud, at vit skulu spyrja okkum sjálvi:

3. ERT TÚ GEVARI?

Um vit MÓTTAKA tað, sum Gud gevur, so er hitt mest náttúrliga fyri okkum, at vit gerast GEVARAR. Í Luk. evg. 19. 1-10, lesa vit um ein mann, sum kallaðist Zakeus. Tá ið hann tók í móti Jesus, var hansara fyrsta reaktión at geva. Hann vildi geva helvtina av tí, hann átti til fátøk og tey, sum hann hevði tikið ov nógv frá, vildi hann gjalda fýra ferðir so mikið aftur.

1. Jóh. 3.16 sigur: “Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.”

Hvørja uppfatan hevur tú av Gudi? Sum ein Gud, sum ongantíð kann gerast nøgdur við teg? Ella sum ein, sum hevur givið tær alt?

Jóh. 1.12 sigur: “Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;”

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...