
Steðga og njót Gud
23.10.19 | Benjamin N. JacobsenEg elski Guds nærveru. Eg elski at lurta eftir lovsangi og bara njóta at vera saman við Honum. Men tað er ikki altíð lætt, tí vit eru so upptikin sum nútímans menniskju. Okkara lív eru fylt við nógvum umráðandi og góðum tingum: familjum, makum, børnum, vinum, samkomu, arbeiði, ítrotti, tónleiki, politikki, og Áðrenn Elvis. Tað er eisini fylt við tingum, ið ikki hava nógvan týdning. Dagurin merkist ofta stuttur og gongur sera skjótt, og tá er lætt at føla sum um, man ikki hevur tíð til at vera saman við Gudi, ella at Hann ikki er har. Eg eri ov upptikin, og alt gongur ov skjótt fyri seg.
Fyri ikki so langari tíð síðani las eg eina veruliga søgu, sum virkuliga rakti meg. Í januar 2007 setti ein av heimsins bestu violinspælarum, Joshua Bell sær fyri at vita, hvat hevði hent, um hann spældi niðri í undirgrundini í Washington, D.C., meðan eingin vitsti, hvør hann var. Í 45 minuttir spældi hann løg frá Johan Sebastian Bach, og í teir 45 minuttirnar steðgaðu bara seks fólk at lurta eina løtu. Túsundtals fólk gingu framvið. Tjúgu fólk góvu honum eitt oyra, og tilsamans tjenti hann 32 dollarar. Tveir dagar framanundan spældi Joshua Bell somu løg fyri einum stappaðum lokali, við somu violin, ið hevði eitt virði áljóðandi 3,5 million dollarar. Hvør billett kostaði 100 dollarar.
Eg trúgvi, soleiðis er tað eisini ofta andaliga. Vit eru so upptikin í okkara gerandisdegi, at vit ofta síggja ikki, tá Gud, tann virðismiklasti, er beint frammanfyri okkum, ella um Hann hevur okkurt at fortelja okkum. Tað, sum er uppaftur meira ræðandi, er, at ofta síggja vit ikki Guds vakurleika, kærleika og dýrd, tí vit ikki taka stundir til at steðga á. Av teirri orsøk, upplivað vit ikki Guds nærveru. Alt í tí dagliga gongur jú so skjótt fyri seg. Í sálma 46:10 stendur at “haldið uppat [be still], og sannið, at Eg eri Gud”. Tað er, tá vit taka einu løtu til at steðga á og vera still, at vit kunnu njóta Guds nærveru og hoyra frá Honum. Eg ynski at liva meira í hesum. Harrin ynskir, at vit í tí dagliga steðga á og njóta Hann.
Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025
Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...