
Ætlað til góð verk
23.10.19 | Símin P. JacobsenSímun P. Jacobsen talar um Guds náði. Vit eru frelst av náði, og tað er ikki okkum at takka. Guðs orð lærir okkum, at náðin virkar í okkum til góðar gerningar.
Paulus sigur í brævinum til Titus, “fyri at hann kundi loysa okkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar”.
So satt sum vit eru frelst, so leingjast vit eftir at síggja Guðs kraft virka í okkum og ímillum okkum, men hví tykist tað sum um at samkoman í dag er so kraftarleys?
Vit eru ætlað at ávirka heimin, men er tað kanska so, at heimurin ávirkar samkomuna í so nógv?
Vit hava brúk fyri at minna okkum á tað sama, sum Paulus minti Timoteus á í 2. Tim 1,6: “at birta upp at loga tað Guðs náðigávu , sum er í tær…”
Og vit mugu biða: Harri vek okkum upp av nýggjum.
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
