Trúgv og Guds lyftir

Lívsins Orð · Trúgv og Guds lyftir

Í tí dagliga handla vit ofta út frá einum orði ella einum lyfti. Okkara dagligdagur er ofta drivin av lyftum frá menniskjum rundanum okkum. Hvat vit gera við tey orð ella lyfti, er ein spurningur um, hvussu væl vit KENNA viðkomandi, sum gevur lyftið ella orðið.

Karakterurin hjá tí, sum gevur lyftið, er avgerandi fyri, hvussu vit handla. Trúgvin upp á lyftið er ein spurningur um trúgv á tann, sum gav lyftið. Ofta handla vit menniskjansliga í vón um, at tað givna lyftið er nóg gott. Men eitt lyfti er bara so gott, sum tann, sum gav lyftið.

Persónurin, sum gevur eitt lyfti, spælir ein týðandi leiklut í at tú fært lut í tí, sum lovað er. Men tú hevur eisini ein týðandi leiklut í, at handla uppá ella taka í móti (trúgva) tí lyfti og persóni, sum gav lyftið. Um persónurin gevur eitt lyfti ella eitt orð, men tú ikki trýrt viðkomandi, so vilt tú heldur ikki handla í samsvari við hetta.

Vit lesa um, hvussu Gud gav Ábrahami lyftið og hvussu Ábraham fyrihelt seg til tað, sum Gud hevði lovað honum:

  • Gud gevur eitt lyfti (1Mós. 12.1-3 )
  • Gud endurtekur lyftið (1Mós. 13.14-15)
  • Gud minnir á lønina (1Mós. 15.1-6)
  • Gud staðfestir lyftið (1Mós. 17.1-5 (15)

Í vers 6 í kap. 15 í 1Mósebók síggja vit, hvat Ábraham gjørdi:

Og Ábram TRÚÐI HARRANUM, og Hann roknað honum tað til rættvísi (V6).

Orð Guds og Gud eru eitt. Guds Orð er Gud, sum talar tíl tín og mín. Guds Orð er okkara samband við Gud, og Orðið er Guds samband við okkum.

“So sigur Harrin” er nevnt yvir 2000 ferðir í 2Mós til 5Mósebók. Hvussu síggja vit upp á Guds orð og Guds lyftir?

Heb. 11.11 sigur:

Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.”

Hvussu fáa vit lut í tí, sum Gud hevur lovað okkum? Hvussu virkar trúgv í okkara lívi? Tað eru tríggir spurningar, sum hava avgerandi týdning fyri at fáa lut í Guds lyftum:

1. HVAT er lovað, og HVØR hevur lovað tað?

Gud lovar Sáru nakað, sum er menniskjansliga ómøguligt – gevur eitt lyfti. Eitt lyftið, sum liggur uttan fyri hennara mørk.

2. HVUSSU síggja vit HANN, sum hevur givið lyftið?

Hon “roknar” Hann trúfastan, sum gav henni lyftið. Guds karakterur og kunnleikin til Hann er avgerandi. Hon hugdi fyrst eftir sínum egnu avmarkingum og síðani eftir Gudi, og niðurstøðan var tann, at Hann kann spreingja mørkini.

3. HVUSSU taka við í móti lyftinum?

“Við trúgv fekk eisini Sára kraft…” Trúgvin er amboðið, sum hon brúkti til at fáa lut í lyftinum. Trúgvin er útstrekta hondin, sum tekur í móti Guds lyftum.

Mong av Guds lyftum eru ikki avmarkaði til eina ávísa tíð ella til eitt ávíst fólk. So mong av hesum lyftum eru til okkum í dag. Hvat gera vit við tey?

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...