
Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
13.10.25 |Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum felagsskapur og einstaklingar koma nærri Gudi og nærri hvørjum øðrum. Vit trúgva, at eisini Heilagi Andin ynskir at sleppa okkum nær og at møta okkum. Vit gleða okkum til ein dag við gudstænastu, stórum barnamøti, lovsangi og felagsskapi. Vit byrja øll í Bylgjuni kl 12.00. Børnini fara oman til Løkshøll kl 12.30 Felagsskapur er eisini at eta saman. Vit bjóða eisini døgurða, sum krevur tilmelding og gjald á hesum leinki: https://keldan.atgongumerki.fo/…/event/3461127/order/info Kaffi og køkur eru ókeypis.
Onki kann sum nærvera Heilaga Andans broyta okkum. Vit enda dagin við lovsangi, forbøn og profetiskari tænastu, har vit bara søkja Gud fyri komandi ættarliði og okkara felagsskapi.
Skráin:
Kl 12.00 GUDSTÆNASTA.
-Vinjard Magnussen talar
-Innsavnan til fríkirkjunetverkið,
-Barnatiltakið Nærri børn (ganga oman í Løkshøll kl 12:30)
KL 14.00 VIT ETA SAMAN
-Baligrýta við rís
KL 15.30 NÆRVERA
-Lovsangur, tilbiðjan, bøn og forbønartænasta
KL 17.00 LIÐUGT
Aðrar greinar

Felags bønarmøti
Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík
Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...