Tænastur.

Lovsangur.

Lovsongstoymið hevur ábyrgd av lovsanginum til sunnudagsmøtir, jóla- og páskatiløk, umframt onnur tiltøk, ið samkoman skipar fyri. Send ein teldupost til taenastur@livsinsord.fo um tú ynskir at tæna við lovsongi.

Barna- og ungdómsarbeiðið.

Barna- og ungdómsarbeiðið fevnir um barnaansing og barnamøtir hvønn sunnudag, meðan sunnudagsmøtið er og ungdómsarbeiðið mitt í vikuni. Set teg í samband við okkum á taenastur@livsinsord.fo um tú ynskir at hjálpa til við barnaarbeiðinum í samkomuni.

Møtivertar.

Møtivertarnir hava til uppgávu at tryggja, at hølini eru klár til møtir, bjóða fólki vælkomnum og at avgreiða breyðbrótingina og innsavningina. Hevur tú hug at vera møtivertur, so kanst tú senda ein teldupost til taenastur@livsinsord.fo.

Tulking.

Lívsins Orð veitir enska týðing til øll sunnudagsmøtir, umframt onnur tiltøk, ið samkoman skipar fyri.

Hevur tú gott enskt mál, og kanst týða úr føroyskum til enskt undir einum møti, so er at senda okkum ein teldupost á taenastur@livsinsord.fo.

Tøkni.

Tøknin fevnir um ljóð, ljós, uppvørpu, upptøku o.a. Tað er nógv, sum skal gerast til hvørt møtið og hvørt tiltak, og fólkini í tøknitoyminum taka sær av at tryggja, at øll tøknin virkar, sum hon skal. Gerst partur av tøknitoyminum við at senda ein teldupost til tokni@livsinsord.fo.

Miðlar.

Miðling av møtitíðum, tiltøkum, heimasíðutilfari o.ø. er ein stórur partur av virkseminum í samkomuni. Kunning og tilfar verður lagt út á heimasíðuna og sosialar miðlar.

Hevur tú gott føroyskt ella enskt mál og ynskir at hjálpa við miðlingini í samkomuni, so ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á midlar@livsinsord.fo.

Trivnaður og umsjón.

Tænastan innan trivnað fevnir um nógvar ymiskar tænastur, s.s. vasking av bygninginum, kaffi aftaná møtini, prýðing av hølunum, fyrireikan av legum, útferðum og mangt annað. Hevur nakað av hesum tín áhuga, so er at boða okkum frá á taenastur@livsinsord.fo.