Salt jarðarinnar

Lívsins Orð · Salt jarðarinnar

Símin P. Jacobsen talar um at vit eru salt jarðarinnar og ljós heimsins. Vit vita ikki hvat framtíðin hevur at bera og sjálvt um vit planleggja væl, so kann morgindagurin vísa seg, at gerast heilt øðrvísi enn vit roknaðu við.

Í Matt. 5.13-14 sigur Jesus, at

Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. v14 Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum.

Í Matt. 6.25 sigur Jesus, at vit skulu ikki stúra fyri lívi okkara og í Fil. 3.14 sigur Paulus, at hann gloymir tað, sum aftanfyri er. Vit kunnu ikki lata ótta og stúran stýra okkara lívi. Hoyr Símin tala um, at:

1. Vit mugu gloyma fortíðina

2. Vit mugu hyggja frammeftir

3. Vit mugu ikki stúra fyri nøkrum

4. Vit eru salt og ljós jarðinnar.

Aðrar greinar

Felags bønarmøti

Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík

Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...