Lýdni

Lívsins Orð · Lýdni

Poli Jacobsen talar um lýdni móti Gudi. Paulus sigur við tey trúgvandi í Róm, at øll hava hoyrt um LÝDNI teirra (Róm. 16.19). Hesi vóru ikki bert trúgvandi av navni, men í atburði og lívi. Menniskju ikki bara kundu HOYRA, at tey vóru trúgvandi, men tey kundu eisini SÍGGJA, at tey vóru trúgvandi. 

Í 1. Sám. 15.8-9 stendur soleiðis: “”Agag, kongin í Amalek, tók hann livandi, men alt fólkið sló hann við banni og høgdi tey niður við svørði. Saul og fólkið spardi Agag og tað besta av smáfænum og neytunum, tey feitu kríatúrini, tey, sum vóru væl í holdum – alt tað besta; tað vildu teir ikki sláa við banni. Men alt tað vánaliga fæið, tað, sum einki var vert, slógu teir við banni.“” Saul helt seg kunna tilbiðja Gud við tí, sum var bannað. Lýdni er meiri vert fyri Gudi enn offur. Hoyr taluna um, hvat vil forða okkum í at tæna Gudi:

1. Ótti

2. Drál

3. Synd

Aðrar greinar

Felags bønarmøti

Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík

Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...