
Frælsi frá trældómi
06.07.24 | Tanja N. OlsenHoyr Tanju N. Jacobsen vitna um okkara frælsi í Jesusi. Tað kann vera ymiskt her í lívinum, sum heldur okkum aftur ella í trældómi. Tað at liva í trældómi merkir, at okkurt annað ella onkur annar stýrir okkum ella avger hvat vit gera og ikki.
Men boðskapurin í Skriftini er greiður: vit kunnu liva í frælsi, tí Jesus hevur fríað okkum. Gal. 5. 1 sigur:
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
Jesus ynskir fyri okkum menniskju, at vit skulu liva í frælsi. Hann hevur vunnið okkum frælsið ígjøgnum tað, sum Hann gjørdi fyri okkum á krossinum. Men liva vit í hesum frælsinum? Hvat gera vit við tað frælsið, sum Jesus hevur vunnið okkum?
Hvat heldur tær aftur frá at gera tað, sum Gud hevur kallað teg til? Er tað ein ella annar veikleiki, er tað ótti ella er tað tí, tú ikki heldur teg vera nóg góðan til uppgávuna?
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...