Missið ikki mótið!

Lívsins Orð · Missið ikki mótið!

Hoyr Lindu Sunder deila eitt orð út frá Es. 41.10 um ikki at missa mótið men at minnast til, hvør er við okkum:

Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!

Vit mugu ikki gloyma at vera takksom og at prísa Gudi, eisini í gjøgnum lívsins stormar. Minst til, at tú ert ikki einsamøll, men at Gud altíð er við tær.

Róm. 8.31-39: ”Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum! Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum! Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger. Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er – sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum. Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð! – sum skrivað er: “”Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.”” Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum. Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.”

Tað er einki, sum kann skilja okkum frá kærleika Kristusar.

Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?

Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg

Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2

Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...