Guds trúfesti (2)

Lívsins Orð · Guds trúfesti (2)

Hoyra Pola Jacobsen tala annan part um Guds trúfesti móti Sínum Orði og móti teimum lyftum, sum Hann hevur givið, út frá Heb. 11.11:

Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.

Sára, sum var kona Ábraham, var í tí støðu, at hon var ófruktbør – hon kundi ikki fáa børn. Men ein dagin kemur Harrin at vitja tey og gevur teimum lyfti um, at tey skulu fáa ein son. Í byrjanini trúðu tey ikki hesum orðum, men skjótt broyttu tey hugsan og valdu at trúgva, at Hann, sum hevði givið lyftið, var eisini mentur at fullføra tað.

Í hesi undirvísingini verður hugt at hesum sannleikum í Heb. 11.11:

1. Gud lovaði

2. Sára roknaði

3. Sára trúði

Gud er trúfastur móti øllum tí, sum Hann hevur lovað, og tí kunnu vit rokna við Hansara lyftum móti okkum. Í størri mun vit erfara Hansara trúfesti móti Sínum lyftum, í størri mun fara vit at handla eftir Hansara lyftum.

Gud vil, at vit á sama hátt sum Sára, ROKNA Hann trúfastan og taka í móti Hansara lyftum í trúgv.

Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið! 

– Heb. 10.23

Úr somu røð

Guds trúfesti (1)

Guds trúfesti (1) Poli Jacobsen talar um Guds trúfesti í móti Sínum orði og í móti teimum lyftum, sum Hann hevur givið. Trúfesti skapar ...

Aðrar greinar

Felags bønarmøti

Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík

Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...