
Halt fast
27.01.18 | Poli JacobsenAvleiðingin av hesum var, at um tú vart í ferð við at tapa, men ikki vildi sleppa togendanum, ja so var vandi fyri, at tú endaði á sjónum. Og teir, sum stóðu fremstir fóru fyrst á bláman. Tað gjørdi stórt inntrykk á meg at síggja, hvussu ein fyri og annar eftir ikki vildu sleppa endanum og tí endaðu á sjónum, meðan aðrir sleptu og vóru verandi á turrum.
Í fleiri støðum í Bíbliuni verða vit ámint um at HALDA FAST. Eitt av hesum støðum er Heb. 4.14, sum sigur soleiðis: “Við tað at vit nú hava stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum Himlarnar, Jesus, Son Guds, so latið okkum HALDA FAST við játtingina”. Úttrykkið “Halda fast” merkir, at vit brúka styrki, leggja hald á ella halda fast uttan ætlanir um at sleppa, um vit so detta “á sjógv” myndaliga tala.
Hetta merkir, at vit halda fast við játtingina uttan mun til, hvussu okkara umstøður eru, uttan mun til hvør mótgongdin er, og uttan mun til hvussu vit kenna okkum. Júst sum teir á flakanum.
Vit mugu velja at játta við munninum okkara trúgv og okkara vón fyri okkum sjálvum og umheiminum. Orsøkin til at vit kunnu halda fast við játtingina er, at vit hava STÓRAN HØVUÐSPREST, Jesus, Son Guds.
Aðrar greinar

Felags bønarmøti
Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík
Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...
