
Gloym ikki hvar tú fert!
29.03.18 | Benjamin N. JacobsenGriska skaldið Homer fortelur søguna um Odysseus og hansara menn, og hvussu teir eftir kríggið í Troy royna at finna heimaftur til sítt heimland. Eftir eitt ógvusligt óveður, rekur skipið hjá Odysseus á land. Hann sendur eitt lið avstað fyri at kanna oynna, men tá teir ikki koma aftur, óttast hann fyri, at teir eru blivnir álopnir og dripnir. Hann sendur tí eitt lið afturat fyri at finna hinar. Tað vísir seg, at hinir ikki eru deyðir, men tvørturímóti liva lukkuliga í millum tey innføddu. Teir hava fingið eina serliga frukt frá teimum innføddu, sum fær teir at gloyma alt um teirra ferð og heimland. Teir mugu tískil dragast aftur til skipið við tungum hjørtum.
Eg haldi, hendan søgan lýsir væl okkara støðu í heiminum. Onkuntíð kann tað tykjast, sum um heimurin ikki beinleiðis roynir at fella okkum, men bara roynir at fáa okkum at gloyma, hvar vit komu frá, og hvar vit eru á veg. Eins og rannsóknarliðið, so kann heimurin onkuntíð tykjast sum okkara ‘heim’ – vit eru glað, nøgd og etableraði; vit ynskja ikki annað. Vit kunnu gloyma, at vit liva fyri tann komandi. Men Gud hevur biðið okkum minnast, bæði hvør Hann er, og hvat vit skulu.
Í sálmi 103 sigur Dávid: “Lova Harranum, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara! Vit mugu aldri gloyma tað, Gud ger, bæði generelt og í okkum, og hvør Hann er. Hann er okkara skipari. Okkara gleði og nøgdsemi má altíð vera í honum. Harafturat, so fortaldi Jesus lærusveinunum, at teirra endaligi lutur ikki var á jørðini men í Himli; hóast teir livdu í heiminum, so livdu teir fyri tann komandi. Soleiðis er eisini við okkum. Lat okkum tí ikki gloyma, at vit eru á ferð!
Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025
Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...