Jesus er nær

Lívsins Orð · Jesus er nær

Símin P. Jacobsen talar um, at Jesus er nær og hevur umsorgan fyri okkum. Mark. 4.35-41 er ein frásøgn um stormin á vatninum, tá ið lærusveinarnir fara yvirum vatnið og Jesus er við í bátinum. Spurningurin, sum lærusveinarnir seta Jesusi, tá ið alt sær vónleyst út, er: “”Meistari, leggur Tú einki í, at vit ganga burtur?””

Tá ið vit møta trupulleikum í okkara lívi, hvar er Jesus tá? Hann er nær og hevur umsorgan fyri okkum. Jesus var við í bátinum, bæði tá ið tað var stilt, og tá ið tað var ódnarveður. Hann er altíð nær. Tí kunnu vit rópa til Hansara, og Hann vil bjarga okkum. 1. Pætur. 5.5-7 sigur:

Somuleiðis tit ungu, verið teimum eldru undirbrotlig; og klæðist øll í lítillæti hvør móti øðrum, tí at Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. Eyðmýkið tykkum tí undir Guðs veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum. Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum.

Orðið sorg merkir eisini stúran. Jesus vil hava okkum at kasta allar okkara stúranir á Seg, tí Hann hevur umsorgan fyri okkum. Paulus sigur í Róm. 8.31-39, at einki kann skilja okkum frá kærleika Kristusar, tí Hann er við okkum og fyri okkum.

Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?

Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg

Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2

Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...