Eitt lív í sigri

Lívsins Orð · Eitt lív í sigri

Hoyr Pola Jacobsen tala um at liva eitt sigrandi kristinlív. Trongd og trupulleikar eru ein partur av lívinum hjá flest øllum okkara, og hesi ávirka okkum bæði andaliga, sálarliga og likamliga. Spurningurin er ikki, um vit møta trongdum og trupulleikum, men HVUSSU vit møta teimum, og HVAT vit gera við hesi. Jesus sigur í Jóh. 16.33:

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!

Trongd og trupulleikar eru ikki eitt tekin um andaligheit, men tey eru heldur ikki eitt tekin uppá manglandi andaligaheit. Jesus ger okkum greitt, at vit koma at hava trongd í hesum heimi. MEN samstundis sigur Hann okkum, at vit kunnu hava FRIÐ í Honum. Tað, sum vit hava í Honum stendur í mótsøgn til tað, sum heimurin hevur at bjóða okkum. Men hvussu kunnu vit møta hesum heimi og liva eitt sigrandi lív? 1. Jóh. 5.4-5 sigur:

Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara. Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds!

Í frásøgnini um Dávid og Goliat í Gamla Testamenti (1. Sám. 17) lesa vit um, hvussu tann stóra kempan, Goliat, háðaði Ísraels her hvønn morgun og hvørt kvøld í 40 dagar. Goliat, sum kann samanberast við trongdir og ágang í okkara lívi, skapti ótta og ræðslu millum Ísraelsfólk. Eingin hevði dirvi til at bjóða honum av uttan ein ungur maður, Dávid. 

Tú ert kanska í tí støðu, har trongdir og trupulleikar eru vorðnir ein “”goliat”” í tínum lívi. Hesi stara teg í eyguni hvønn morgun ella hvørt kvøld, og tað sýnist ikki at finnast nakar vegur burturúr trupulleikunum og trongdunum. Men latið okkum hyggja at, hvat Dávid gjørdi fyri at vinna sigur á Goliat:

  1. Hann var sannførdur um, at Gud vildi geva honum sigur
  2. Hann lat ikki ótta stýra sær
  3. Hann talaði sigur, áðrenn hann hevði sigurin

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...