Jesu deyði og uppreisn

Lívsins Orð · Jesu deyði og uppreisn

Poli Jacobsen talar um Jesu deyða og uppreisn. Í Jóh. 3.1-3 tosar Jesus við ein ráðharra jødanna, Nikodemus, um hendingina í Gamla Testamenti, tá ið Gud bað Móses gera ein koparorm og hanga hann á stong, fyri at ein og hvør, sum var bitin av ormum, og sum hugdi á hann, skuldi liva. 

Hendingin í Gamla Testamenti er ein mynd uppá, at Jesus skuldi verða hongdur á træ (kross), fyri at bjarga menniskjum. Við hesum vísti Jesus Nikodemusi, at mannaættin hevur brúk fyri bjarging, eins og Ísrael hevði tað í oyðimørkini.

Evangeliið hevur tveir sentralar sannleikar. Fyri at kristindómurin kundi gerast tað, sum Jesus hevði ætlað, so máttu tvær hendingar til:

  1. JESUS MÁTTI DOYGGJA
    Jesus gjørdi menniskjum greitt í byrjanini av Síni tænastu, at tað var neyðugt, at Hann doyði. Í Jóh. 3.14 stendur: “”””… so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,”” Á grikskum hevur orðið “”skal”” meiri týdningin av “”er neyðugt””.
     
  2. JESUS MÁTTI RÍSA UPP AFTUR
    Eisini vísti Jesus á, at Hann mátti rísa upp aftur frá teimum deyðu. Í Áps. 17.2-3 sigur Paulus soleiðis: “”og Paulus fór – sum hann var vanur – inn til teirra. Tríggjar sabbatar helt hann nú samtalur við teir út av skriftunum, legði út og vísti á, at Kristus mátti líða og rísa upp frá hinum deyðu; og hann segði: “”Hesin Jesus, ið eg beri tykkum boð um, Hann er Kristus!”” 

Hoyr Pola gjøgnumganga fleiri vers í Skriftini, sum vísa á týdningin av Jesu deyða og uppreisn. Eisini undirvísir hann um, hvussu koparormurin, sum Gud hevði biðið Móses gjørt, seinni gjørdist eini trupulleiki fyri Ísrael og teirra gudsdýrkan. 

Aðrar greinar

Felags bønarmøti

Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík

Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...