
Eitt møti við Jesus
01.12.22 | Símin P. JacobsenSímin P. Jacobsen talar um okkara reaktiónir uppá tað, sum Jesus hevur sagt og týdningin av, at menniskju fáa eitt møti við Jesus Kristus. Í Áps. 18.1-17 lesa vit um, tá ið Paulus var í Korint og prædikaði, og hópur av menniskjum vórðu frelst. Seinni skrivar hann brøv til tey trúgvandi í Korint. Í teimum peikar Paulus á trupulleikar, sum samkoman í Korint hevði.
Spurningurin er, hvat tey trúgvandi í Korint gjørdu við tað orðið, sum tey hoyrdu? Hvør var teirra reaktión uppá orðið frá Gudi? Hin spurningurin, vit mugu seta okkum, er, hvat vit gera við Guds orð, tá ið vit hoyra tað? Hvør er okkara reaktión?
Í Mark. 10.17-22 lesa vit um ein ríkan unglinga, sum møtti Jesusi. Hendan frásøgnin vísir okkum, at hesin unglingin hoyrdi tað, sum Jesus segði men vildi ikki yvirgeva seg heilt til Jesus. Men Jesus vil verða alt í okkara lívi.
Um vit ikki vilja yvirgeva alt til Jesus, verður tað trupult at fylgja Honum eftir.
Aðrar greinar

Felags bønarmøti
Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík
Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...
