Andaligur fíggindi (3)

Lívsins Orð · Andaligur fíggindi (3)

Poli Jacobsen talar triðja part um okkara andaliga mótstøðumann. Guds orð ger okkum greitt, at vit hava ein fígginda. 1. Pæt. 5.6-9 sigur:

“”Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! (7) Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. (8) Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. (9) Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.””

Pætur sigur okkum, hvør okkara mótsøðumaður er, og fyri at liva sigrandi yvir honum, mugu vit vita, hvør hann er, og hvat hann ger. Í tí sambandi fari eg at seta okkum tríggjar spurningar, sum kunnu hjálpa okkum at liva sigrandi yvir honum.

  1. HVAR ER OKKARA MÓTSTØÐUMAÐUR?
    Ezekiel. 28.11-17
     sigur okkum, at mótsøðumaðurin var fullur av vísdómi, fullkomin í vakurleika, kreativitetur, salvaður kerúbur, sum gav lívd og varð settur á hitt heilaga gudafjallið. Men orsaka av hugmóði, varð hann stoyttur niður.  Legg merki til, hvat Gud gjørdi við okkara mótstøðumann. Her verða 5 ting nevnd, sum Gud gjørdi við satan vegna hansara hugmóð og uppreistur: 1 – Gud vanhalgaði hann 2 – Gud rak hann burtur av gudafjallinum 3 – Gud gjørdi hann til einkis 4 – Gud kastaði hann til jarðar 5 – Gud legði hann niður fyri ásjón konga – eyðmýking.    Esaias. 14.12-14 sigur: “”Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín! (13) Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: “”Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri; (14) eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum hægsta líkan!””

    Legg merki til 5 ting, sum mótstøðumaðurin sigur, “”eg skal””: 1 – Eg skal fara upp til Himmals 2 – Eg skal reisa hásætið mítt høgt yvir stjørnum Guds 3 – Eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri 4 – Eg skal fara upp um skýborgirnar 5 – Eg skal gera meg hinum hægsta líkan Satan hevði ein høga positión, men misti hana orsakað av hugmóði, stoltleika og uppreistri. Tað, sum hann tráar eftir og arbeiðir fyri, er at endurvinna sína POSITIÓN. Hann vil vera gud, tí er tað at Paulus sigur, at hann “”er gudurin hjá hesum heimi””. Men hetta er ikki nokk, hann vil vera gud yvir øllum.
  2. HVAR ER OKKARA FRELSARI? 
    Efes. 1.15-23 sigur: “”Síðani eg fekk at hoyra um trúgv tykkara á Harran Jesus og kærleika tykkara til øll hini heiløgu, (16) havi eg tí ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, táið eg minnist tykkum í bønum mínum, (17) at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg (18) og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heiløgu, (19) og hvussu ómetaliga stór kraft Hansara er á okkum, sum trúgva – soleiðis sum veldiga styrki Hansara virkar, (20) sum Hann vísti í Kristusi, táið Hann reisti Hann upp frá hinum deyðu og setti Hann við høgru hond Sína í Himli, (21) høgt yvir alla tign, allan myndugleika, alt vald og harradømi og hvørt navn, ið nevnt verður, ikki bert í hesi verøld, men eisini í hini komandi. (22) Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum, (23) henni, sum er likam Hansara, fylt av Honum, ið fyllir alt í øllum.””

    Legg merki til, hvussu FOKUSIÐ er á Jesus, og hvat hendi við Honum.

    Jesus er settur OMANFYRI ALT, og júst tað er POSITIÓNIN, sum djevulin vildi hava. Hann royndi at fáa Jesus at leggja Seg undir sítt vald, tí hann vildi hava positiónina YVIR ØLLUM. Tí freistaði hann Jesus í Luk. kap. 4 og bjóðaði Honum valdið og dýrdina yvir øllum ríkum heimsins. 
  3. HVAR ERU TEY TRÚGVANDI?
    Efes. 2.1-7 sigur: “”Eisini tykkum hevur Hann gjørt livandi, tykkum, sum deyð vóru í misbrotum og syndum tykkara, (2) sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins. (3) Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini. (4) Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, (5) eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi – av náði eru tit frelst! – (6) og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi, (7) fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er, við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi.””

    Legg merki til, at FOKUSIÐ skiftir nú til OKKUM, og hvat er hent við okkum.

    1 – Vit vóru DEYÐ í syndum okkara

    2 – Vit vórðu gjørd LIVANDI við Kristusi

    3 – Vit vórðu reist upp við Honum

    4 – Vit eru sett í hin himmalska heimin í Honum.

    Jesus gjørdi tað ikki fyri Sína egnu skyld men fyri okkum og gav okkum harvið eina nýggja POSITIÓN, sum djevulin vil hava. Nú er ikki bert Jesus yvir honum, men øll trúgvandi eru sett høgt omanfyri hann og allan her hansara.

    Hoyr alla undirvísingina her.

Úr somu røð

Andaligur fíggindi (1)

Poli Jacobsen talar um, at vit hava ein andaligan fígginda. Tað er nógv, sum hendir í okkara lívi, sum vit i...

Andaligur fíggindi (2)

Hoyr Pola Jacobsen tala annan part av, at vit hava ein andaligan fígginda. Í einum og hvørjum...

Andaligur fíggindi (4)

Hoyr Pola Jacobsen tala fjórða part av røðini Andaligur fíggindi. Pætur sigur í 1. Pæt. 5.6-9: ...

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...