
Andaligur fíggindi (4)
26.10.22 | Poli JacobsenHoyr Pola Jacobsen tala fjórða part av røðini Andaligur fíggindi. Pætur sigur í 1. Pæt. 5.6-9: “”Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! (7) Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. (8) Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. (9) Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.””
Andaligir sannleikar eru sum ísfjøll. Tey síggja ikki altíð so stór út, men um vit høvdu hugt nærri, so høvdu vit sæð, at størri parturin av ísfjallinum er undir vatnskorpuni. Tað verður sagt, at í miðal eru 7/8 partar av ísfjallinum undir vatni, ella nærum 90%. Tað merkir, at tað er bara toppurin av ísfjallinum, vit síggja. Soleiðis er ofta andaliga eisini.
Størsta partin av tíðini, verður menniskjan ávirkað ella motiverað av einum ella øðrum, sum drívur okkara dagligdag. Men í 1. Pæt. 5.6-9 síggja vit, at tað í veruleikanum eru 3 aktørar ella leikarar í daglidegnum hjá menniskjum. Ávirkarar (influensarar), sum allir hava myndugleika og evni til at handla og royna at ávirka tað, sum hendir.
- Gud
- Menniskju
- Djevulin
Pætur vísir okkum munin í millum Gud og okkara mótstøðumann, og hvussu vit skulu fyrihalda okkum til teir. Men hvussu skulu vit handla og uppføra okkum yvirfyri okkara andaliga mótstøðumanni, djevlinum.
Hoyra Pola Jacobsen tala um fýra ting, sum Bíblian sigur, at vit skulu gera við okkara mótstøðumann.
Úr somu røð

Andaligur fíggindi (1)
Poli Jacobsen talar um, at vit hava ein andaligan fígginda. Tað er nógv, sum hendir í okkara lívi, sum vit i...

Andaligur fíggindi (2)
Hoyr Pola Jacobsen tala annan part av, at vit hava ein andaligan fígginda. Í einum og hvørjum...

Andaligur fíggindi (3)
Poli Jacobsen talar triðja part um okkara andaliga mótstøðumann. Guds orð ger okkum greitt, at vit hava ein ...
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...