Andaligar dyr

Lívsins Orð · Andaligar dyr

Símun P. Jacobsen talar um andaligar dyr. Bíblian talar í fleiri førum um andaligar dyr, sum vit kunnu ganga ígjøgnum ella ikki.

Bræv Paulusar til Kolossumanna kap. 4.2-3 sigur soleiðis:

Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð, so at tit eisini biðja fyri okkum við, at Guð má lata okkum upp einar dyr fyri orðinum til at tala loyndarmál Krists, fyri hvørs skuld eg eisini eri bundin, til tess at eg kann opinbera tað soleiðis, sum eg eigi at tala.

Paulus áminnir samkomuna í Kolosse um at biðja. Bøn er ikki bert eitt gott hugskot, men eini boð. Vit skulu hugsa um, at Paulus er í fongsli, tá ið hann skriver hetta. Hann sat aftanfyri stongdar dyr og tað, sum hann biður samkomuna biðja fyri, er, at Gud mátti lata honum upp einar dyr fyri orðinum, so hann kundi tala Guds orð til tey, hann kom í samband við. Hann kundi havt biðið um at verði leyslatin, men bað heldur um ein møguleika at tæna Gudi, har sum hann var.

Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Filadelfiu skalt tú skriva: Hetta sigur tann heilagi, tann sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, hann sum letur upp, so at eingin letur aftur, og letur aftur, so at eingin letur upp:

Hoyr Símun tala um, hvat vit kunnu gera, um vit kenna okkum andaliga aftanfyri afturlatnar dyr.

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...