At virka í Guds ríki

Lívsins Orð · At virka í Guds ríki

(Talan er á enskum, men týdd til føroyskt)

Matt. 9.36-38: Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur. 37: Tá segði Hann við lærisveinar Sínar: “”Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir. 38: Biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!”” 10. 11: Har sum tit koma inn í bý ella bygd, spyrjið eftir har, hvør ið er tað verdur, og verðið hjá honum, inntil tit fara avstað haðani! 12: Táið tit koma inn í hús, so heilsið tí! 13: Er tá húsið tað vert, so komi friður tykkara yvir tað! Men er tað tað ikki vert, vendi friður tykkara aftur til tykkara. 14: Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara!

Sum trúgvandi eru vit ikki bara kallað at FARA, men eisini at TAKA ÍMÓTI. Øll eru ikki kallað at fara út í fulltíðartænastu fyri Harran, men øll eru kallað at BYGGJA Guds ríkið. Vit eru øll kallað at TAKA ÍMÓTI teimum, sum bera evangeliið.

Hvussu handla vit, sum eru kallað til fulltíðartænastu, og hvussu handla vit, sum ikki eru kallað til tað?

LEVI, prestaættin í Ísrael, fekk ongan arvalut í lovaða landinum sum hini, tí Harrin var lutur teirra. Tey skuldu búgva í millum alt fólkið, spreidd út.

Matt. 10.40-42 leggur dent á setningin ”Tann, sum tekur ímóti…” Her sigur Jesus, at tann, sum TEKUR ÍMÓTI, skal fáa somu løn, sum tann, sum kemur við gleðiboðskapinum, um hann ger tað við røttum hugburði.

Talan er á enskum, men týdd til føroyskt.

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...