Okkara kristinlív

Lívsins Orð · Okkara kristinlív

Símun P. Jacobsen talar um grundreglur fyri okkara kristinlív út frá Rómbr. 12.9-21. Tað eru tveir spurningar vit, sum kristin, eiga at seta okkum sjálvum: Hvat er okkara fokus? og hvat stremba vit eftir í okkara lívi.

Hesi versini í Rómbrævinum eru ein áminning um, hvussu vit eiga at liva okkara lív.

Hoyr Símun tala um:

  1. At hava ein falsleysan kærleika
  2. At hata hitt illa og halda fast við hitt góða
  3. At vísa virðing fyri hvørjum øðrum
  4. At vera brennandi í andanum og tæna Harranum
  5. At vera glað í vónini
  6. At vera tolin í trongdini og áhaldandi í bønini
  7. At sýna samhuga við hinum heiløgu.

Lykilin til at vera brennandi fyri Jesusi, er at hava samfelag við Hann. Lata vit upp fyri Honum og geva Honum rúm í okkara dagliga lívi?

Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær.

Opin. 3.20

Aðrar greinar

Felags bønarmøti

Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík

Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...