
Guds trúfesti (1)
16.03.22 | Poli JacobsenPoli Jacobsen talar um Guds trúfesti í móti Sínum orði og í móti teimum lyftum, sum Hann hevur givið. Trúfesti skapar álit. í Sálm. 40.11 stendur skrivað:
Rættferð Tína duldi eg ikki í hjarta mínum, trúfesti Tína og frelsu Tína talaði eg um, náði Tína og sannleik Tín avnoktaði eg ikki í stórari samkomu.
Hví talaði Dávid um Guds TRÚFESTI í stórari samkomu? Tí hann ynskti, at menniskju skuldu koma at kenna Guds trúfesti. Sálmur 89.2 sigur: “”Um náði HARRANS skal eg syngja til ævigar tíðir, mann eftir mann skal muður mín kunngera trúfesti Tína.””
Í okkara dagliga lívi, liva vit ofta út frá lyftum frá øðrum menniskjum. Men álitið á hesi lyfti eru tætt knýtt at álitinum, vit hava á viðkomandi persóni, sum gevur okkum lyftið.
Eitt lyfti er bara so álítandi, sum tann, sum gav lyftið.
Soleiðis er tað eisini andaliga. Guds trúfesti sæst aftur í tí, at Hann heldur tað, sum Hann hevur lovað. Gud hevur ígjøgnum 6000 ár givið nógv lyftir til ymisk menniskju og fólk. Summi av lyftunum hava verið tíðaravmarkað og onnur hava verið avmarkað til ein ávísan persón ella ávís fólk. Tí hevur tað týdning fyri okkum at vita, hvørji lyftir hava eina tíðaravmarking, og hvørji ikki hava tað.
Lurta eftir allar taluni, har Poli Jacobsen talar um:
1. Gud hevur givið okkum lyftir
2. Hvat gera vit við Guds lyftir
3. Gud er trúfastur, sum gav lyftið
Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!
Heb. 10.23
Aðrar greinar

Gud er faðir okkara
Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?
Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn
Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...