Lykilin til Guds ríki (1)

Lívsins Orð · Lykilin til Guds ríki (1)

Hvat er lykilin til Guds ríki? Hetta er stóri spurningurin, sum Jesus viðger, tá ið Nikodemus kom at vitja Hann á nátt. Hví Nikodemus kom til Jesus á nátt er ikki nevnt, men ein kann hugsa sær nakrar orsøkir til tað.

Tað, at hann var Farieseari og ein ráðharri Jødanna, kann var ein orsøk. Bæði Nikodemus og Jesus vóru nógv upptiknir, og tí kom hann á nátt fyri at fáa frið at tosa við Jesus.

Ein onnur orsøk kann eisini vera, at Jesus ikki var væl umtóktur hjá Farisearunum og ei heldur hjá ráðnum, og tí óttaðist Nikodemus kanska at verða sæddur at fara á gátt hjá Jesusi. 

Jesus svaraði honum: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds.” – Jóh. 3. 3

Stóri spurningurin í samrøðuni millum Jesus og Nikodemus er, hvussu vit koma inn í Guds ríki. Nikodemus skilir ikki tað, Jesus sigur, tí hann tosar um tað, sum hoyrir jørðini ella tí náttúrliga til, meðan Jesus tosar um tað andaliga, tað sum kemur omanífrá. Lykilin til Guds ríki er ikki jarðiskur, men andaligur.

Nikodemus segði við Hann: “Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!” Jesus svaraði: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds. Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi. – Jóh. 3. 4-6

Hoyr Pola Jacobsen tala um:

  1. Hví vit mugu verða endurfødd
  2. Hvat tað vil siga, at verða endurføddur
  3. Hvussu vit verða endurfødd

Úr somu røð

Lykilin til Guds ríki (2)

Lykilin til Guds ríki (2) “ Í Jóhannes evangeliinum kap. 3 hava vit eina frásøgn um eina samrøðu millum ein ráðharra Jødanna og Je...

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...