
Tíni orð hava týdning
07.07.21 | Kári E. JacobsenEs. 57.18-19 sigur: “”Vegir hansara havi Eg sæð, og Eg skal grøða hann; Eg skal leiða hann og troysta hann og tey hjá honum, sum syrgja. Eg skal skapa ávøkst varra – frið, frið bæði langt burtur og nær – sigur HARRIN – og Eg grøði hann.””
Eitt tað fyrsta vit síggja í Skriftini er, at Gud talar og tað hendir. Gud skapti alheimin við orðum, við at tala. Tá ið Gud talar, so hendir eitt ella annað. Guds orð er so máttmikið, at tað kann skapa nakað burturúr ongum.
Guds orð á okkara munni kann broyta umstøður, tí Guds orð er ikki avmarkað av umstøðum í hesum heimi.
Róm. 10.9 sigur “Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.”” Tíni orð eru við til at geva tær atgongd til frelsuna í Jesusi. Tá ið vit játta Jesus sum Harra og trúgva í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, verða vit flutt úr myrkrinum og inn í ljósið.
Orð. 18.20-21: “Við ávøkstinum av munni mansins verður búkur hansara mettaður; av grøði varra sína verður hann mettur. Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara.”
Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara! – Heb. 13.15
Hoyr, hví tað ofta ikki hendir nakað í okkara lívi, og hvønn leiklut okkara orð hava.
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
