Friður frá Gudi (2)

Lívsins Orð · Friður frá Gudi (2)

Størsta lýsingin av kærleika er at geva lív sítt fyri vinir sínar. Tá ið tú veruliga elskar, ert tú eisini villigur at geva títt lív, fyri at onnur kunnu liva sítt lív. Jesus sigur í Jóh. 15.12-13:

Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum. Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.

Jesus vísti Sín kærleika til okkum menniskju við at geva Sítt egna lív, fyri at vit kunnu liva. Esaias 53.5 sigur: “Men Hann (Jesus) varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.” Hetta versið úr Skriftini lýsir væl Guds kærleika. Jesus var særdur, soraður og straffaður fyri okkara skuld.

Men menniskjan helt, at Hann varð revsaður fyri Sínar egnu syndir og misgerðir. Hon SÁ ikki, at tað var fyri okkara skuld. Esaias 53. 3 sigur, at “”vit roknaðu Hann fyri einki.” og vers 4 sigur: “vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.” Esaias 53.5 byrjar soleiðis: “Men Hann (Jesus) varð særdur fyri brot okkara…”.

Menniskjan SÁ ikki hvat veruliga hendi, tá ið Jesus varð krossfestur. Tey hildu, at Hann doyði fyri egnar misgerðir og sóu tí ikki, at tað var fyri okkara skuld, at Hann gav Sítt lív. Soleiðis síggja nógv av okkum heldur ikki, at tá ið eitt ella annað hendir okkum, so halda vit tað vera Gud, sum roynir at læra okkum nakað. Vit gloyma ofta, at Jesus hevur borið hetta fyri okkum.

Hvussu skulu vit kunna hjálpa menniskjum, sum eru offur fyri óndskapi, fátækradømi, órættvísi, ella eru sjúk, í pínu ella hava verið úti fyri misbrúki av ymiskum slagi, um vit trúgva, at tað er partur av Guds vilja við menniskjum?

Gud legði hetta á Jesus, fyri at vit skuldu hava frið. Fyri at hava Guds frið í okkara lívi, so eru tveir spurningar, sum hava stóran týdning at seta okkum sjálvum:

HVAT SÆRT TÚ? 

Orð. 3.1-2 siga soleiðis: “Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni! Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkummáli” Um vit ikki hyggja úr rættum sjónarhornið, verður trupult at hava Guds frið í okkara lívi. 

Tá ið vit eru í truplum umstøðum, tá ið pínan er so stór, og vit ikki orka meira, tá er lætt at gloyma Guds orð, men tá hevur tað stóran týdning, at okkara eygu eru vend burtur frá umstøðunum, pínuni ella máttloysinum til Guds lyftir. Legg merki til, at vit skulu “goyma boð míni” Hví er tað so týdandi at goyma Guds orð í okkara hjørtum? Tí “tey” skulu geva okkum frið. So uttan orðið frá Gudi, verður eingin friður frá Gudi. Corrie Ten Boom segði soleiðis:

When I look at the world, I get distressed. When I look at myself, I get depressed. But when I look at Jesus, I am at rest.

HVAT TRÝRT TÚ?

Í Fil. br. 4.4-7, sigur Paulus við tey trúgvandi í Filippi: “Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist! Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær! Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.”

Jesus tømdi Sína sál fyri at fylla okkum við Sínum friði. Hvussu roknar tú tað, sum Jesus gjørdi fyri teg? Hvønn týdning leggur tú í tað, sum Hann gjørdi fyri teg?

Úr somu røð

Friður frá Gudi (1)

Fyri okkum menniskju, er friður eitt sera týðandi fyribrigdi. Flest øll av okkum ynskja at hava frið í okkara umhvør...

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...