
Friður frá Gudi (1)
25.04.21 | Poli JacobsenFyri okkum menniskju, er friður eitt sera týðandi fyribrigdi. Flest øll av okkum ynskja at hava frið í okkara umhvørvi, okkara landi og okkara heimi. Men hyggja vit at mannasøguni, so hevur ófriður valdað í ógvuliga stóran mun. Hvussu nógva orku og pening vit hava lagt í at skapa frið, er ilt at siga.
Eitt hernaðarligt tíðarrit kunngjørdi fyri nøkrum árum síðani eina kanning, sum søgufrøðingar úr ymiskum londum høvdu gjørt, sum vísir, hvussu nógv ár vit hava havt frið á jørðini. Frá umleið ár 3.600 f. Kr. hevur verið friður í 292 ár tilsamans. Í hesum tíðarskeiðinum hava verið 14.531 kríggj, bæði størri og smærri, sum hava kostað umleið 3,6 milliardum menniskjum lívið. Eitt annað líknandi tíðarrit upplýsti, at hesi seinastu 300 árini hava verið 286 kríggj í Evropa.
Ein av orsøkunum til Jesu deyða er júst fyri at menniskju skulu hava frið. Esaias sigur í kap. 53.3-5 soleiðis um deyða Jesusar:
Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki (4) Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi. (5) Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Orðið “frið”, sum Esaias brúkar, er umsett úr hebraiska “shalom”, sum málkøn siga, hevur ein breiðan týdning. Mounce’s Complete Expository Dictonary of Old & New Testament Words sigur, at orðið kann umsetast við friður, framgongd, vælvera ella vælferð, heilsa, tryggleiki og at vera heilur. Hetta vísir okkum, hvussu breitt og djúpt Jesu verk á krossinum var.
GUD YNSKIR AT GEVA OKKUM SÍN FRIÐ
Tað, at straffin varð løgd á Jesus, so vit skuldu hava frið, vísir okkum, at Gud ynskir at geva øllum menniskjum frið. Men fyri at fáa lut í friðinum frá Gudi, mugu vit fyrst hava frið VIÐ Gud. Hetta kann bert uppnáast við trúgv á Jesus Kristus. (Róm. 5.1.).
Gud ynskir ikki bara, at vit hava frið VIÐ Hann, men eisini, at vit hava Hansara frið í okkara lívi. Jesus sigur í Jóh. 14.27: “”Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!“”
GUD YNSKIR AT VIT SKULU LIVA Í HANSARA FRIÐI
Jesus lat okkum Sín frið eftir. Hann ynskir, at Hansara friður skal ráða í okkara lívi. Kol. 3.15 tosar um hendan friðin sum eitt innari róður, sum stýrir ella leiðir okkum: “”Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!”” Jesus tók alla okkara sorg, sjúku, pínu og skuldarkenslu á Seg. Hann varð sligin, særdur og revsaður fyri okkara skuld, fyri at vit skulu hava frið.
Hvussu nógv menniskju bera ikki uppá sorg, sjúku og pínu eitt heilt lív, uttan at vita, at Jesus hevur borið júst hetta fyri okkum?
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...