Gud er okkara hjálp

Lívsins Orð · Gud er okkara hjálp

Hoyr Lindu Sunder tala um, at sjálvt um lívið gevur okkum andalig og sálarlig skørð, so er Gud førur fyri at fylla skørðini við Síni náði og miskunn. Lívið stendur ikki í stað, og tá ið vit fara ígjøgnum lívið saman við Jesusi, læra vit altíð okkurt nýtt. 

Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur. (Sálm. 46.2)

Um okkara eygu ikki eru vend til Jesus, so er lætt at verða drigin inn í lívsins meldur. Tí hava vit stundum brúk fyri at fara burtur frá dagliga meldrinum, fyri at geva okkum far um Jesus. Sálm. 46.11 sigur: “”Haldið uppat, og sannið, at Eg eri Gud! Eg eri høgur millum fólkini, høgur á jørðini!”” Fleiri enskar týðingar siga soleiðis: “”Be still, and know that I am God””. Vit hava brúk fyri at steðga á og bara sanna (ella kenna), at Gud er Gud.

Lívið gevur okkum ofta skørð, sum tyngja um okkara lív, men Jesus ynskir at fylla hesi skørð við Síni náði og kraft. Guds orð sigur, at Hansara náði er nýggj hvønn morgun og Róm. 8.1 sigur:

So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.

Aðrar greinar

Felags bønarmøti

Mánakvøldið 14. september hava samkomurnar kring Skálafjørðin felags bønarmøti í Lívsins Orð. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvítusunnustevna í Skálavík

Einki møti verður í Lívsins Orð, sunnudagin 24. mai vegna Hvítusunnustevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna á Brúnni í Skálavík er:Leygardagin 23.05 k...

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...