Harrin er mín hjálp

Lívsins Orð · Halt teg til Jesus

Heidi Johansen talar um at Jesus ynskir okkum frí, og tí mugu vit ansa eftir hvat, vit lata koma inn í okkara lív. Vit lata okkum ofta blíva niðurbundnan av ymiskum í lívinum.  

Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum! Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu! – Ják. 4.7-8

Hvussu halda vit okkum nær til Gud? Hvussu velja vit Jesus til í okkara lívi? Hvat brúka vit okkara tíð og orku uppá? Og hvat velja vit at prioritera í okkara lívi? Trúgvandi mugu vera kritisk yvir fyri tí, sum vit loyva inn í okkara lív. Tað, sum vit fylla okkara sinnið við, vil ávirka okkara lív og gerandisdag. 

At vera Gudi undirgivin merkir, at vit eru lýðin Honum og tæna Honum treytaleyst. Jákupsbræv sigur ikki bara, at vit skulu halda okkum nær til Gud, men eisini at vit skulu standa Djevulinum ímóti. Vit skulu ikki geva honum nakað rúm í okkara lívi. 

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna! – Róm. 12.2

Tað er ein skilnaður í millum lívið, áðrenn vit gjørdust trúgvandi og aftaná. Okkara atburður og okkara hugsanarháttur eigur at broytast, og vit kunnu broyta hann, við at endurnýggja okkara sinni við Guds orði. 

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...