
Kann Jesus brúka meg?
01.04.21 | Kári E. JacobsenHoyr Kára E. Jacobsen tala um at verða brúktur av Jesusi. Í Matt. 21.1-9 lesa vit um, tá ið Jesus kom inn í Jerusalem. Øll fýra evangeliini nevna hesa hendingina, sum varð profeterað fleiri hundrað ár framman undan. Til mín kunnleika, er hetta einasta staðið, har tað stendur, at Jesus hevði brúk fyri nøkrum. Hvat er so týðandi við hesi hendingini? hvat er hon ein mynd uppá?
1. Jesus hevur brúk fyri berarum.
Matt. 21.3 sigur “”Sigur onkur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; so skal hann við tað sama lata tey.”” Jesus sigur, at Hann hevði brúk fyri einum esili. Men hví eitt esil og ikki ein hest? Hetta er ein mynd uppá at Gud hevur brúk fyri vanligum menniskjum. Menniskjum, sum kunnu “”bera”” hann. Okkara uppgáva er at bera Jesus til onnur. Eslið sæst nærum ikki fyri tí, sum situr á tí. Jesus valdi vanlig menniskju og bygdi Sína samkomu á vanlig fólk.
Tú hugsar kanska, at tú onki hevur at bjóða, ella at tú einki virði hevur, ella at tú ikki ert kvalifiseraður til nakað. Men Jesus valdi eitt esil, sum ongantíð hevði borið nakran fyrr.
2. Tað kostar at vera eina berari.
Eitt esil er ikki so flott sum ein hestur. Hevur ikki somu støðu. Jesus var høvuðspersónurin og ikki esilið. Soleiðis er tað eisini við okkum. Vit eru ikki miðdepilin men Hann, sum vit “”bera”” til menniskju, Jesus. Hann brúkar tey, sum eru eyðmjúk.
3. Berarin má loysast fyrst.
Fyri at Jesus kundi brúka esilið, mátti onkur loysa tað fyrst. Í Matt. 21.2 stendur: “”Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Har skulu tit við tað sama finna ásin bundið og fyl hjá tí; loysið tey og leiðið tey til Mín!”” Jesus sendi lærisveinarnar at finna esilið og loysa tað, fyri at Jesus kundi brúka tað.
Eru vit villug at verða “”berarar”” fyri Jesus?
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...