Afturkoma Jesusar

Lívsins Orð · Afturkoma Jesusar

Áps. 1.8-11 sigur: “”Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.» Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.””

Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.

Einglarnir góvu lærusveinunum eitt lyfti um, at Jesus SKAL koma aftur. Hvussu tilvitað eru vit um, at Jesus kemur aftur? Fyri tann, sum trýr, eigur afturkoma Jesusar ikki at skapa ótta, men tvørturímóti dirvi og vón. 

Tá ið Paulus skrivar til tey trúgvandi í Tessalóniku sigur hann, at vit hava vón um lív eftir deyðan, og hann sigur, at vit skulu troysta hvør annan við hesum orðum; orðum um afturkomu Jesusar. Eisini sigur hann, at vit ikki vita, nær Jesus kemur aftur.

Mong menniskju liva, sum um Jesus ikki kemur aftur, sjálvt um vit hava fingið klárt lyfti um, at Hann kemur aftur.

Vit mugu liva og virka fyri Jesusi, meðan tíð er. Eisini áminnir Skriftin okkum um at vera vakin og edrú, tí Jesus kemur aftur á sama hátt, sum Hann fór til Himmals. Ert tú tilreiðar til afturkomu Jesusar?

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...