
Afturkoma Jesusar
31.07.21 | Símin P. JacobsenÁps. 1.8-11 sigur: “”Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.» Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.””
Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.
Einglarnir góvu lærusveinunum eitt lyfti um, at Jesus SKAL koma aftur. Hvussu tilvitað eru vit um, at Jesus kemur aftur? Fyri tann, sum trýr, eigur afturkoma Jesusar ikki at skapa ótta, men tvørturímóti dirvi og vón.
Tá ið Paulus skrivar til tey trúgvandi í Tessalóniku sigur hann, at vit hava vón um lív eftir deyðan, og hann sigur, at vit skulu troysta hvør annan við hesum orðum; orðum um afturkomu Jesusar. Eisini sigur hann, at vit ikki vita, nær Jesus kemur aftur.
Mong menniskju liva, sum um Jesus ikki kemur aftur, sjálvt um vit hava fingið klárt lyfti um, at Hann kemur aftur.
Vit mugu liva og virka fyri Jesusi, meðan tíð er. Eisini áminnir Skriftin okkum um at vera vakin og edrú, tí Jesus kemur aftur á sama hátt, sum Hann fór til Himmals. Ert tú tilreiðar til afturkomu Jesusar?
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
